Annika Olsen
Ongantíð hevur tað havt størri týdning enn nú, at vit fáa hugsjónir inn aftur í føroyskan politikk og føra tær út í verki.
Vit hava tørv á altíð at hava Føroyar fremst í huga og sál, og at vit arbeiða fyri einum sjálvbjargnum landi.
Treytin fyri hesum er;
- At politikkur í verki fevnir um alt landið, bygd og bý og oyggjar
- At vit fáa skil á okkara búskap og føra ein skynsaman fíggjarpolitikk, sum er grundleggjandi fortreytin fyri sjálvbjargni.
- At vinnan altið hevur góðar og tryggar og ikki minst javnbjóðis karmar at virka undir
- At tryggja, at allir okkara borgarar hava javnbjóðis rættindi og livikor, serliga nú tíðirnar gerast ótryggar.
- At tryggja grøna orkuskiftið, so Føroyar gerast burðardyggar og óheftar av oljuni.
- Og ikki minst at tryggja heilsuverkið og tey stóru sosialu vælferðarøkini.
Tjóðveldi er tað rætta, tí her verður hugsjónarligur politikkur framdur í verki, og har ræður fólkaræði, javnstøða og rúmligheit.
