Valevni
Aftur

Anita Heinesen

Anita er fødd 22. juni 1988, er uppvaksin á Skála og býr nú á Hvítanesi við familjuni.
Hon er HR-leiðari, útbúgvin finansøkonom á Glasir og hevur starvast 7 ár á barnagarði, harav eisini á serøkinum.
Anita velur at stilla upp, tí hon metir seg kunna tilføra politikki eitt innlit í, hvat, hon meinar, manglar í politikkinum í dag - ofta kennist tað langt frá fólkinum upp til tey fólkavaldu.
- Mítt hjartamál verður heilt víst sosialmál, sigur Anita.
Sum mamma at barni við sertørvi, hevur hon eina stóra vitan um, hvussu almennu skipanirnar virka fyri brúkaran, og í dag virka tær avgjørt ikki til fulnar. Hetta er syrgiligt, tí allar granskingar vísa, hvussu gongdin bara gerst verri, heldur hon.
Bústaðarmøguleikar til vaksin við sertørvi mangla í stóran mun, hetta skal ikki vera soleiðis, tí bústaður er ein grundleggjandi faktor, skulu menniskju trívast og mennast, eisini tey við sertørvi.
Anita heldur, at vit hava tørv á at finna fundamentið aftur í samfelagnum og fáa menniskja at trívast og mennast, eins væl likam og sál.