Valevni
Aftur

Aimi Helbo

 
Aimi Helbo er fødd í 1993 í Tórshavn.

Aimi starvast sum námsfrøðingur á serøkinum, sum námsfrøðingur innan ungdómsøkið og sum hjálparfólk á demensøkinum.
Spurd, hví Aimi stillar upp, sigur hon:
- Eg stilli upp, tí at menniskjað í Føroyum er blivið niðurprioriterað í ov langa tíð. Ung sum eldri. Skipanir lofta ikki børnum, ið hava tørv á at blíva loftað. Kassin, ið børn skulu passa í, er blivin ov lítil. Foreldur, skúlar og onnur tilboð klára ikki at fylgja við. Børn við serligum tørvi verða slept upp á fjall og síðani út í í samfelagið.
Víðari sigur Aimi:
- Eins og børnini, hava tey eldru ov vánalig kor. Tað skal fokuserast á menniskjað og ikki bert sjúkuna. Hettar eru fólk, ið hava livað eitt langt lív og hava verið við at skapa tað samfelagið, ið vit hava ágóðan av í dag. Tey skulu virðast. Menniskju hava hvør sína lívssøgu, hvør síni áhugamál, og tað má og skal virðast