Valevni
Aftur

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen er 50 ára gomul og býr í Mykinesi.
Hon hevur dyggar royndir innan ferðavinnu. Hon varð liðug sum akademiøkonom í ferðavinnu í 1997 og skrivaði longu tá høvuðsuppgávu um burðardygga ferðavinnu í Mykines.
Síðan tá hevur hon nomið sær dyggar arbeiðs- og leiðsluroyndir innan ferðavinnu. Hon hevur 5 ára arbeiðsroyndir sum ferðavinnustjóri í Løkken/Vrå kommune í Danmark. Harumframt var hon vørustjóri hjá Stena Line Danmark til Norra og Svøríki í góð trý ár.
Oda flutti heim aftur til Føroyar í 2007 í starv sum søluleiðari fyri Føroyar hjá Smyril Line.
Í 2009 skifti hon vinnuveg og arbeiddi sum deildarstjóri fyri handilsdepilin hjá Føroya Tele, har hon sat i leiðslubólkinum. Frá 2009 til 2018 arbeiddi Oda á Marknaðardeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, seinni Betri.
Á sumri 2018 eftir 4 ára lesnað, varð Oda liðug við HD í Strategic Marketing Management og avgjørdi at venda aftur til sína yndisvinnu, ferðavinnuna.
Hon byrjaði fyritøkuna Go Local Faroe Islands og flutti á vári 2019 til Mykinesar, har hon rekur gistingarhús og bjóðar ferðavinnuupplivilsir.
Oda starvast harumframt sum ferðaleiðari kring allar Føroyar og ráðgevi í burðardyggari ferðavinnumenning og marknaðarføring kring allar Føroyar, alt árið.
Hjartamálini hjá Odu eru ein skipað burðardygg ferðavinna, nátturan og umhvørvið.