Margit Stórá
- Tað stendur mær sera nær, at vit í Føroyum skulu hava eitt heilsuverk, sum virkar væl og er fyri okkum øll. Hetta kemur at vera mítt fremsta mál, verði eg vald á ting 8. desember, sigur Margit.
- Eg vil harafturat arbeiða fyri, at vit hava vælvirkandi almennar skipanir. Almenna skipanin skal lætta um gerandisdagin hjá teimum, sum hava tørv - tá tey hava tørvin.
Afturat einum vælvirkandi heilsuverki og dygdargóðum almennum skipanum, leggur Margit stóran dent á javnstøðu.
- Eg vil arbeiða miðvist við at skapa javnstøðu. Ikki bara í politikki, men í samfelagnum sum heild.
Margit Stóra er 51 ára gomul, ættað úr Fuglafirði og búsitandi í Havn. Margit er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur master í almennari leiðslu. Hon hevur starvast sum fulltrúi og virkandi deildarstjóri í Heilsumálaráðnum. Eisini var hon eitt skifti í Grønlandi sum konsulentur í heilsuverkinum. Hon hevur undirvíst í leiðslu, og hevur seinastu fýra árini verið varastjóri á Landssjúkrahúsinum.
Eisini hevur hon verið forkvinna í Suðurstreymar Javnaðarfelag og næstforkvinna í Javnaðarflokkinum.
