Valevni
Aftur

Sigrið Sámalsdóttir Hentze

Eg vil hesum boða frá, at eg bjóði meg fram til komandi løgtingsval fyri javnaðarflokkin.

Eg havi enn sama hugburð, sum eg hevði til fólkatingsvalið, at allir partar av landinum skulu umboðast. Og hví ikki fáa onkran ungan inn, við nýggjum kreftum?

Eg eri í øllum førum til dystin fús, um eg fái tykkara stuðul.

Seinastu tíðina hevur nógv rok verið í miðlunum, simpulthen tí, at vit hava politikarar í landinum, sum ikki vilja arbeiða fyri ALLAR føroyingar! Tað hoyrir ongastaðni heima, tá ið man er valdur fyri landið.

Eg lovi tykkum, at verði eg vald, so fari eg ikki at diskriminera nakran samfelagsbólk, og fari at hjálpa hvar, ið eg kann! Øll hava uppiborið at hava góða umboðan, stór sum smá, ung sum gomul.

Mítt størsta kensluliga mál er, at tit skulu hava álit á mær. Fái eg uppgávuna, so fari eg inn av heilum hjarta. Væl eri eg nýggj í politikki, men haldi eg sjálv, at eg kann bjóða tykkum eina góða og virðiliga umboðan.

Umframt tað, so havi eg eisini fleiri politisk hjartamál. Eitt nú at bøta um búðstaðarviðurskiftini, at hækka lestrarstuðulin, at tryggja føroyingum sum best møguligt í hesum ótryggu tíðunum o.s.fr.

Um hettar hevur tykkara áhuga, so eru tit vælkomin at fylgja við her næstu dagarnar fram til valið.