Valevni
Aftur

Eyðgunn Samuelsen

Eg stilli upp til løgtingsvalið, tí eg haldi at tað er meira týdningarmikið enn nakrantíð áður, at fólk við drúgvum politiskum royndum, ið vilja arbeiða fyri at framtíðartryggja okkara vælferðarsamfelag, sita við róðrið. 

Vit standa frammanfyri risa avbjóðingum, og er tað stórur tørvur á at gera munandi broytingar í okkara samfelag. Broytingar ið gera, at vanligi føroyingurin fær dagligdagin at hanga saman, og at tey, ið hava tørv á tí, fáa ta hjálp ið skal til, fyri at fáa tíð og orku til bara at vera ein familja.


Tað eru fleiri mál, ið eri umráðandi at fremja, og haldi eg, at hesi mál skulu hava hægstu raðfesting:

  • Umsorganarfakini eru altavgerandi. Tí skal lønin hækka, arbeiðsumstøðurnar skulu betrast og øll skulu hava rætt at arbeiða fulla tíð.

  • Allar familjur eiga at fáa somu møguleikar at verða familja. Tí skal eitt nú arbeiðsvikan styttast, og foreldur við børnum við serligum tørvi skulu fáa neyðugu hjálpina fyri at hava eitt familjulív, eins og øll onnur foreldur.

  • Øll børn hava rætt til at ganga í skúla og at fáa eitt frítíðartilboð. Tí mugu sertilboð og breytir styrkjast. Sernám skal taka støði í tørvinum hjá familjuni og skal veita tænastu á dagstovnum.

  • Yrkisútbúgvingarnar skulu styrkjast. Tað skal verða eitt javnt útboð av læruplássum, eisini tá ið tíðirnar eru minni góðar.

  • Samferðslan skal nýhugsast. Tað skal vera lætt og skjótt at ferðast bæði á sjógvi og á landið.


Um meg:

Eg eri 63 ár, og eri útbúgvin cand mag í søgu og samfelagsfrøði. Eg havi verið virkin í politikki á ymiskum pallum. Eg byrjaði í Klaksvíkar býráð (1996-2011), síðan sat eg í Løgtinginum (2008-2015), var landsstýriskvinna í almanna- og javnstøðumálum (2015-2019) og siti nú aftur í Løgtinginum (2021-dd).

Javnstøða er ein sjálvfylgja og eg vil framhaldandi arbeiða fyri javnstøðu allastaðni í samfelagnum, tað veri seg í arbeiðslívinum, í barsilskipanini, innan ítrott, í granskingini og á politiska pallinum.