Valevni
Aftur

Ruth Vang

Enn einaferð er tað upp til tín, hvør skal mynda landsins leiðslu komandi 4 árini.

Stýringin má fáast á beint aftur, og álit skal vera á politisku skipanina.

Í síðsta enda er tað tú og tínar avgerðir, sum mynda títt lív, men tað eru vit politikarar, sum skapa rammurnar fyri tínum møguleikum og tínum avgerðum. Framsókn vil framhaldandi virka fyri einum samfelagi, har tú hevur ábyrgd av tær sjálvum, og har politikarar taka sína ábyrgd í álvara.

Tú skal hava bestu rammur fyri at fylgja tínum málum og dreymum, og har tú sjálvur ikki røkkur, skulu tryggar vælferðartænastur lofta tær.

Vit vilja loysa tær avbjóðingar, sum hava ligið alt ov leingi og bíðað.

Vís okkum álit at taka ábyrgd 8. desember.