Valevni
Aftur

Bjørg Dam


8. desember bjóði eg meg at ganga fremst í stríðnum fyri børnum og vaksnum við serligum tørvi og breki í Føroyum!

Eg ynski innarliga at gera tað sama fyri alt ser- og brekøkið, sum eg havi staðið á odda fyri saman við øðrum góðum fólkum á ADHD økinum seinastu 3,5 árini.

Eg geri tó einki einsamøll, tað krevur, at vit foreldur, havandi og avvarðandi standa saman um børn og vaksin við serligum tørvi 8. desmber!

Sum foreldur at barni við serligum tørvi kenni eg alt ov væl stríðið í móti stirvnum skipanum, máttloysi og tær frustratiónir øll familjan stríðist við. Men við málrættaðum arbeiði, sterkum felagsskapi, samstarvi og pragmatiskum loysnum, kunna vit broyta tað! - men tað krevur tín stuðul 8. desember. 

Nøkur av átroðkandi málunum, sum skula loysast eru:

  • Eina hurð til allar tænastur!
  • Bíðikøir til psykiatri, umlating, stuðul o.a. tænastur skula burtur skjótast!
  • Øll børn skula tryggjast rætta skúla- og frítíðartilboð
  • Øll sum megna, skula sleppa at arbeiða
  • Vit skula hava eitt brektalsfólk
  • Sjálvboðin í MEGD og líknandi felagsskapum skula fáa somu skattafría samsýning, ájavnt ítróttarregluna
  • Feløgini undir MEGD skula styrkjast
    - tí felagsskapurin styrkir og mennir. 
    - tí politiska skipanin tørvar sterkar felagsskapir

Eini 15-20% av øllum børnum í Føroyum tørva serliga hjálp eina ferð ella varandi.

Tí er tað sera týdningarmikið, at vit betra um og tryggja okkara skipanir, soleiðis at peningurin í mesta mun fer til børnini.

- Tí øll hava rætt til at hava ein góðan dag!

Les meir um míni hjartamál: Børn og vaksin við serligum tørvi, umhvørvi og føroyska framleiðslu á bjorgdam.blogspot.com.

Vælkomin at seta mær spurningar.