Valevni
Aftur

Hervør Pálsdóttir

Seinastu trý árini havi eg havt tann framíhjárætt at verða tingfólk. Hetta hevur verið ein stór æra. Eg stillaði upp í 2019, tí eg vildi hava ávirkan á førda politikkin í Føroyum. Hóast vit hava sitið í andsstøðu í trý ár, so hava vit fingið onkur politisk úrslit, sum eg eri ómetaliga fegin og stolt um.
Í listanum av úrslitum kunnu nevnast:
- Ókeypis sálarfrøðilig viðgerð til ung millum 15 og 35 ár
- Samtykkilógin er samtykt
- Sammóðurskapur er innførdur
- Neyðhjálpin er hækkað
- Ein flokkur av sjúkrarøktarfrøðingur er tikin upp afturat um árið
Eg havi gjørt mítt besta fyri at røkja hetta álitisstarvið við allarstórstu virðing og tí ábyrgdini tað krevur at røkja ein løgtingssess.
Eg vóni at sleppa at halda fram at ávirka politikkin í Føroyum til eitt frælsari, samhaldsfastari, grønari og rúmligari samfelag.