Valevni
Aftur

Bjørt Samuelsen

So hevur flokkurin víst mær álit, og eg bjóði meg fram aftur - á lista E, sjálvandi.
Sjálvbjargni. Skapandi vinna. Grøn orka. Heilsa fyri øll. Rík náttúra. Útbúgvingarmøguleikar. Nútímans samferðsla. At framleiða fleir føroyskar búnaðarvørur. Javnsettar møguleikar fyri allar borgarar. Tak yvir høvdið og ein løn, sum til ber at liva av, er nakað av tí, eg havi og framhaldandi fari at arbeiða fyri, verið eg aftur vald á ting.
Vit mugu taka ábyrgd – av øllum borgarum, av landi okkara og í mun til avbjóðingar, sum allur heimurin stendur yvirfyri.
Undir øllum mínum politiska virksemi liggur, eins og hjá flokkinum, grundleggjandi hugsjón um álit á egnari megi – sum er ein fyritreyt fyri framburði, bæði hjá einstaklinginum og hjá tjóðini.