Ingilín Didriksen Strøm
Seinasta val stillaði eg upp fyri at raðfesta umsorgan. Umsorgan fyri okkara vælferð, skapanahuga, fólki og náttúru.
Spyrt tú meg, er arbeiðið enn meira umfatandi og átrokandi í dag, enn tað var fyri 3 árum síðan.
Í løgtingsvalstríðnum fari eg at raðfesta umhvørvi og náttúru. Javna. Vælferð. Tíð. Rúmligheit. Og at øll hava rættin til eitt trygt heim.
