Valevni
Aftur

Eg eiti Ingilín og eg stilli upp til fólkatingsvalið.

Ætlar tú at atkvøða fyri einum valevni, sum tekur umhvørvið í álvara? So skalt tú minnast til, at fólkatingsvalið er eisini eitt umhvørvisval. Og eg taki umhvørvið í álvara.

Tí veðurlagskreppan kennir ikki landamørk. Veðurlagspolitikkur er ikki bara lokalpolitikkur - tað er sanniliga eisini altjóða politikkur.

Veðurlagsbroytingarnar raka harðast hjá teimum sum hava minst. Og hjá teimum, ið hava minstu ábyrgdina av øðiliga útlátinum. Tað er so kolandi órættvíst.

Tað hevur stóran týdning, at vit skifta landsins leiðslu út við politikarar, sum taka umhvørvispolitikk í álvara. Men tað hevur eisini stóran týdning, at okkara umboðan á størri pallum ávirkar og samstarvar fyri at basa veðurlagskreppuni.

Á fólkatingi kann eitt føroyskt umboð vera við til at hjálpa føroyskum verkætlanum, sum vilja umhvørvinum væl. Eitt nú, tá tað snýr seg um lívfrøðiligt margfeldi og orkuloysnir.

Tað kann vera ígjøgnum nevndir, grunnar og líknandi, har umboðið hevur atgongd og møguleika at ávirka. Men eisini at tryggja sær, at hesi sjónarmiðini verða umboðað í arktiskum og norðurlendskum høpi.

Heimurin hevur tørv á, at vit øll arbeiða saman og syrgja fyri veruligum broytingum, sum bremsa oyðandi veðurlagsbroytingunum.