Valevni
Aftur

Ruth Vang

Eg eri 56 ára gomul, eri gift og eigi 3 børn og 2 ommubørn. Eg eri fødd og havi búð størsta partin av lívinum í Havn. Eg eri útbúgvin ljósmóðir og siviløkonomur.

Eg stillaði upp í politikki fyri fyrstu fyrstu ferð í 2011 og havi síðani á vári 2020 verið forkvinna í Framsókn.

Eg meti tað hava stóran týdning, at kvinnur eru virknar í politikki og síggi tað sum mína uppgávu, at virka fyri størri kvinnuleikluti á øllum politiskum pallum.

Fremsta uppgávan hjá einum føroyskum fólkatingsumboði er at umboða Føroyar í teimum málum, sum Føroyar ikki hava ræði á. Hetta ger seg sjálvandi galdandi í øllum málum, sum ikki eru yvirtikin, men kríggið í Evropa hevur tíverri við sær, at trygdar- og verjumál aftur eru sera viðkomandi. Framsókn vil fyrst og fremst virka fyri, at vit eru nøktandi vard í Føroyum, og at vit fáa fult innlit í trygdarmál, sum viðvíkja Føroyum. Haraftrat má tryggjast, at mál, sum eru yvirtikin, ikki verða tikin frá okkum aftur, við trygdarpolitikki sum grundgeving.

Annars vil eg nýta eitthvørt høvi á Fólkatingi at virka fyri føroyskum áhugamálum, bæði í Føroyum og í Danmark.