Valevni
Aftur

Liljan Weihe

Kvinnuumboðan og eina tjóðskaparrødd á Fólkating!

Tað er í stuttum orsøkirnar til, at eg játtaði at stilla upp til fólkatingsvalið 31. oktober. Hetta er samstundis fyrstu ferð eg stilli upp í politikki yvirhøvur.

Eg havi tey seinastu valini verið orðstýrari á valfundum hjá Demokratia, sum virkar fyri at fáa javnari kynsumboðan í politikki í Føroyum. Eg havi í tí sambandinum tosað við nógvar djarvar kvinnur kring allar Føroyar.

Tær hava stillað upp, hóast útlitini fyri at verða valdar vóru lítil. Tær hava stillað upp, hóast tær vistu, at um tær vórðu valdar, so merkir tað als ikki er tað sama sum, at tær fáa vald. Tær hava stillað upp, tí tær vilja tað øðrvísi.

Tað var tí ein løtt avgerð at siga JA til at stilla upp, tá Tjóðveldi heitti á meg fyrst í september.

Eg eri 43 ára gomul. Gift við Ára og saman hava vit tveir synir, Magnus og Pætur. Frítíðin verður ofta brúkt í hallunum kring landið, tí báðir synirnir spæla hondbólt, og maðurin arbeiðir í Hondbóltssambandinum. Eisini venji eg og eri venjari í Tvørmegi í Havn.

Í mínum vaksna lívi havi eg arbeitt í og nærhendis politisku skipanini. Fyrst í Tinganesi sum skrivari, síðani sum journalistur á Dimmalætting og í Kringvarpinum. Í tveimum umførum havi eg eisini arbeitt á Fólkatingi – fyrru ferðina hjá Høgna Hoydal, seinast hjá Edmundi Joensen.

Nú arbeiði eg í ferðavinnuni sum stjóri á Visit Tórshavn. Hetta er nakað heilt annað, enn tað eg havi gjørt fyrr, men fantastiska læruríkt og stuttligt. Ferðavinnan er full av eldsálum og kreativum fólkum, sum hvønn dag gera sítt til, at Føroyar verður eitt fjølbroyttari, stuttligari og ríkari samfelag hjá okkum at liva í.

Í hesum døgum viknar fólkaræðið í Føroyum. Vit síggja ferð aftaná ferð, at Føroya Løgting, okkara fólkavaldu politikarar, ikki taka avgerðir í málum, sum viðvíkja okkum. Vesturjútlendingar og keypmannahavnarar sum Kasper, Mogens og Annette vita meira um okkara uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk enn Høgni, Aksel og Elsebeth úr Havn og Klaksvík. Tey taka avgerðir um okkum, uttan vit so frægt sum verða hoyrd.

Tað er ikki í lagi. Tað skal broytast. Sjálvandi skulu okkara fólkavaldu hava innlit, hoyrast og taka avgerðir, sum viðvíkja Føroyum og Føroya fólki! Tað er aðalmálið, um eg verði vald á Fólkating. At fáa innlit, ávirkan og avgerðarrætt.

Eg havi altíð havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Eg eri uppvaksin í Grønlandi og havi eisini búð í Canada og USA. Har havi eg sæð og upplivað sosialar trupulleikar, rasismu og ójavna. Eg havi tí, síðani eg var heilt lítil smágenta, verið tilvitað um mismun og órættvísi – og ynskt at gera nakað við tað!

Journalistikkur snýr seg um júst tað. At betra um samfelagið og styrkja fólkaræðið. At upplýsa og greina samfelagsviðurskifti fyri borgaran og avdúka valdsmisnýtslu.At vera røddin hjá teimum, sum ikki verða hoyrd. Tí verða miðlar ofta róptir 4. statsvaldið. Endamálið er at skapa gjøgnumskygni, upplýsa og avdúka – og soleiðis styrkja fólkaræðið og skapa eitt betri samfelag.

Í so máta líkist journalistikkur og politikkur. Vit hava endamálið til felags – ynski um at skapa eitt betri samfelag. Munurin er, at journalisturin avdúkar, tá karmarnir í samfelagnum ikki virka – politikarin kann gera nakað við tað!

Nú bjóði eg meg fram til at gera nakað við hesar karmar.