Valevni
Aftur

Barbara Gaardlykke Apol

Barbara er 27 ár og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hon hevur tikið bachelorútbúgving á Fróðskaparsetrinum og síðani kandidat á Københavns Universiteti. Til dagligt starvast hon sum politiskur ráðgevi hjá Javnaðarflokkinum.

Hon stillaði fyri fyrstu ferð upp á fólkatingsvalinum í 2019 og bleiv triðvald á listanum hjá Javnaðarflokkinum við 392 atkvøðum. Í hesum valskeiðinum hevur hon verið varafólk hjá Sjúrði Skaale og sitið á fólkatingi í tveimum umførum.

Hon hevur verið virkin í Javnaðarflokkinum og ungmannafelagnum SU í mong ár. Haraftrat hevur hon verið forseti fyri Ungdomens Nordiska Råd.

Eins og í 2019 stillar Barbara einans upp til fólkatingsvalið, og sjálv grundgevur hon soleiðis:

- Tað er ikki fyrr enn seinastu árini, at umboðini eru farin at røkja sessin fulla tíð. Harafturat tykist tað sum um, at meginparturin av valevnunum bara nýta fólkatingsvalið sum ein møguleika at gera vart við seg áðrenn eitt løgtingsval. Fólkatingssessurin er ov týdningarmikil til hetta, og tí stilli eg einans upp til fólkatingsvalið.

Barbara er ein javnaðarkvinna við sterkum politiskum meiningum. Hon brennur fyri altjóða samstarvi og ikki minst at skapa úrslit á fólkatingi, sum kunnu loysa stóru avbjóðingarnar, ið fara tvørtur um landamørk.

Og hon er sannførd um, at so leingi vit hava felagsmálsøki við Danmark, er tað týdningarmikið at hava eina føroyska rødd á fólkatingi.