Valevni
Aftur

Sigrið Sámalsdóttir Hentze

Eg eri 23 ára gomul og bleiv liðug sum studentur í 2019, og havi síðani arbeitt, áðrenn ætlanin er at fara undir víðari lesnað á Setrinum næsta ár.

Eg eri uppvaksin á Sandi og havi búð her øll míni ár, undantikið tey 3 árini eg gekk í skúla og búði í Havn. Eg havi maka og eiga vit saman ein 1 ára gamlan son.

At umboða Føroyar á góðan og virðuligan hátt er altavgerandi. Vit hava seinastu nógvu árini havt gott og semjusøkjandi samstarv við danir og skulu sjálvandi halda áfram við tí. Vit hava fingið virðing og forstáðilsi frá dønum, tá ið tað kemur til okkara stýrisskipan, og skulu vit eisini virða teirra.

Verði eg vald, so fari eg niður við sama skapandi og semjusøkjandi lyndi. Eg vil fegin upplýsa væl um Føroyar og hjálpa øllum føroyingum, sum koma í klemmu í millum bæði londini.

Verið eg vald, so verði eg tykkara rødd á fólkatingi. Eg veri tann, tit kunna líta á, og tann sum vil lurta.

Gott val!