Valevni
Aftur

Hanna Jensen

Hanna Jensen er útbúgvin innan mál og bókmentir eins og lestrarvegleiðing og er rektari á Miðnámi á Kambsdali, har hon hevur drúgvar royndir frammanundan sum miðnámsskúlalærari í føroyskum og fronskum eins og við lestrarvegleiðing og leiðslu.

Hanna hevur verið virkin í politikki lokalt og landsumfevnandi í mong ár, hevur røkt nevndararbeiði, verið uppstillað til løgtingsval, kommunuval og fólkatingsval, síðani hon flutti heim eftir lestur í útlondum í 1999. Í løtuni situr Hanna í Eysturkommunu býráði, har hon er forkvinna í mentanarnevndini, eins og hon er fyrsta varafólk Framsóknar á Føroya løgtingi. Hon varð vald á ting 1.september í 2015 og røkti tingsessin, var tingbólkaforkvinna eins og forkvinna í Mentanarnevnd løgtingsins, fram til hon í februar í 2019 tók við sum landsstýriskvinna fyri útbúgving, gransking og mál.

Hanna er franskur konsul í Føroyum og hevur afturat tí fjølbroyttar royndir við millumlanda sambondum – bæði í Norðanlondum og Europa og kring heimin gjøgnum síni arbeiðsøki eins og gjøgnum drúgva politiska virksemið.

- Eg bjóði meg fram sum umboð fyri okkara land, og vil venda kósini á motorvegnum, so at ferðamálið er einar sjálvbjargnar Føroyar, sum hava ábyrgd av øllum økjum, sum hoyra til ein stat og hava nýggjar, góðar avtalur við grannalond og samstarvspartar um allan heim. Á fólkatingi vil eg virka fyri størri innliti í tey mál, sum Føroyar enn ikki hava yvirtikið, varskógva um tey mál, sum kunnu fáa ávirkan á okkum, sum liva og virka í Føroyum, eins og umboða okkara søk og netverka aktivt vegna allar partar av okkara samfelagi. Eg taki útgangsstøði í Føroyum og vil virka saman við føroyskum myndugleikum í øllum málum, sum viðvíkja okkara landi og okkara borgarum. Eg havi viljan, royndirnar og arbeiðshugin, og tú hevur atkvøðuna, sum kann gera munin.