Valevni
Aftur

Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen

Eg eri 31 ár, og eg eri uppvaksin og búsitandi í heimbygdini Miðvági, har eg somuleiðis ætli at byggja mær búgv saman við maka mínum Kenneth, og børnum okkara, Sámal Mattias og Ala Emiliu.

Eg havi lokið fíggjarútbúgving við sergrein í banka og trygging, og somuleiðis havi eg eina víðari útbúgving sum góðkendur kundaráðgevi. Eg eri í gongd við at taka leiðsluútbúgvingina HD við síðunar av starvinum sum skrivari hjá Barnaverndartænastuni í Vága- og Sørvágs Kommunu.

Summi kenna meg møguliga frá ítróttar- og kappróðrarumhvørvinum. Eg havi m.a. róð við Ørnini, Jarnbardi, Bliki og Riddaranum, og eg havi annars verið við sum hjálparfólk ymsastaðni í ítróttarumhvørvinum. Eg havi altíð roynt at verið aktiv innan frítíðarøkið í kommununi her vesturi, og havi eg raðfest at funnið stundir at rætta eina hond har ið til treingir.

Tók avgerð í 2020 um at royna meg í kommunalpolitikki. Mín kunnleiki og tær royndirnar, eg hevði rokkið sum virkin í frítíðar- og barnaverndarøkinum, var grundarlagið fyri mína politisku áskoðan, tá ið eg stillaði upp á fyrsta sinni. Eg ynskti serliga at vera ein sterk rødd hjá børnunum og ungdóminum í kommununi, tí, eftir mínum tykki, høvdu try ikki verið raðfest í langa tíð, og eg sá ein greiðan tørv, ið eg kundi vera við til at betra gjøgnum kommunalpolitikkin í Kommununi.

Kom inn í býráðið í Vága Kommunu í 2020, og havi eg har røkt mín sess sum varaforkvinna í mentanar- og trivnaðarnevndini, og limur í fíggjarnevndini, til fulnar við áhuga og áræði. Havi somuleiðis verið nevndarlimur í fleiri áhugafelagsskapum ígjøgnum mítt ítróttarvirksemi.

Arbeiðið í Býráðnum í Vága Kommunu hevur givið mær møguleika at hava ávirkan á mítt – og okkara – lokalsamfelag. Hetta hevur víst mær, hvussu týdningarmikið tað er at hava eina meining um, hvussu tingini skulu vera í okkara nærsamfelagið – og ikki minni fyri Føroya land.

Arbeiðslagið í býráðnum hevur verið fyrimyndarligt. Vit eru farin til arbeiðis fyri at røkka teimum málum, ið vit lovaðu at fremja. Fleiri av málunum eru longu framd, meðan onnur eru eftir at fremja. Hetta ger, at tað framvegis er áhugin at vera sitandi og fáa tingini avgreidd.

Hesi 2 árini, eg havi verið í kommunalpolitikki, hava vakt áhuga mín fyri politikki, og serliga fyri landspolitikki av álvara. Eg havi havt møguleikan at fáa fleiri av mínum ynskjum til veruleika. Og tað er fantastiskt at kunna vera viðvirkandi til at skapa eitt enn betri samfelag bæði fyri fólkið og landið. At síggja hvussu tað er at hava møguleika fyri at hava eina ávirkan á, hvussu tingini verða gjørd, hevur av álvara tendrað ein neista í mær í mun til at hava enn størri ávirkan. Hetta er als ikki ein uppgáva, ið eg taki fyri givið. Eg eri sera takksom fyri tað álit, ið er víst mær, og fyri tann møguleika eg havi, fyri at hava eina ávirkan.

Nú ynski eg at taka hetta upp á eitt hægri stig, og ynski eg at vera við til at mynda eitt samfelag, sum eg kenni meg aftur í, og sum eg síggi míni virðir aftur í. Eg havi verið við til at fáa nógv gott av skafti í býráðnum í Vága Kommunu, og ynski nú at bjóða mítt íkast fram til einari betri og sjálvbjargnari Føroyar. Eg ynski at taka enn fleiri tøk fyri fólkið – fyri Føroyar.

Í gjøgnum mítt starv, og nú somuleiðis ígjøgnum tær royndirnar, ið eg havi fingið í kommunalpolitikki, eri eg vorðin meira varug við viðurskifti í okkara samfelag, ið eg meti mugu broytast. Rættvískenslan í mær hevur altíð verið drívmegin í øllum, eg geri. Eg klári ikki at lata standa til, gerist eg varug við órættvísi í okkara samfelagi.  Eg brenni tí m.a. fyri at arbeiða við sosialpolitikki og fáa eina ávirkan á, hvussu vit føra hann. Umframt tað havi eg sjálvsagt eisini onnur áhugamál – og sum eg havi lært gjøgnum kommunalpolitik, so leggjast fleiri áhugamál afturat, tess meira mann setur seg inn í politiskt arbeiði. Politikkur er einans ein enn størri pallur at arbeiða við sínum áhugamálum á.

Eg ynski at arbeiða fyri, at vit røkka einum enn sjálvbjargnari og eydnuríkari Føroyum fyri bæði núverandi og komandi ættarlið. Einar Føroyar, ið rúma ymiskleikanum, ið er komin meira og meira til sjóndar tey seinastu árini. Einar Føroyar, ið geva okkum øllum møguleika og rúm til at skapa tað lív, ið vit ynskja hvør í sær. Einar Føroyar, ið okkara ungu velja til. Eitt stað, har vit fáa góðar møguleikar til at skapa okkum tað lív, ið vit ynskja og trívast og mennast við. Einar Føroyar við burðardyggari framgongd – bæði umhvørvisliga, sosialt, trivnaðarliga og fíggjarliga. Einar Føroyar, ið skapa betri vinnumøguleikar, tí hetta gagnar okkara landsbúskapi og tískil eisini okkum, Føroya fólki. 

Eg ynski at arbeiða við endamálinum Tjóðveldi – egið veldi av egnari tjóð. Tjóðveldi merkir fólkaræði – at tjóðin – fólkið – hevur valdið. Eg ynski at gera mítt til, at vit varðveita tjóðskaparrørsluna í Føroyum. At miðvíst arbeiða fyri, at tjóðin – fólkið – hevur valdið. Eg ynski at gera mítt til at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt og frælst land í heiminum við fólkaræði og javnrættindum fyri alt fólkið í landinum. Frælst fólk í frælsum landi, har vit øll eiga rættin til at liva og virka við sømd og javnbjóðis treytum.