Valevni
Aftur

Súsanna Olsen

Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur, hevur útbúgving frá Statskundskab í Århus. Hon hevur lisið, búleikast og arbeitt í Danmark síðan 1982, til hon flutti aftur til Føroya í 2011. Núverandi starv er sum námslektari og útbúgvingarleiðari á Fróðskaparsetur Føroya.

Súsanna stillar upp til Fólkatingsval fyri Framsókn:

Eg meti tað er umráðandi at útfylla teir 2 sessirnar, sum eru ein demokratiskur pallur og ein gyltur møguleiki at fylgja við í, hvat rørir seg í donskum politikki, sum hevur ávirkan á Føroyar. Vit vita, at danir í heila tikið, og ikki minni danskir politikarar, vita margháttliga lítið um Føroyar. Hetta er bæði pínligt fyri danir, og ein óheppin støða fyri okkum í Føroyum. Tí er eisini ein av uppgávunum í gerandisdegnum á Fólkatingi at kunna um, formelt og óformelt, hvussu hesin parturin av Ríkisfelagsskapinum hongur saman.

Ongantíð hevur verið meira umráðandi at vera á Fólkatingi enn í hesum døgum, har alt trygdarpolitiskt er rættuliga óstøðugt í heiminum, og okkara støða sum ein partur av Ríkisfelagsskapinum Føroyar, Grønland og Danmark er mikið áhugaverdur fyri stórveldini USA, Kina, Rusland o.s.v. Samstundis hava vit í Føroyum ikki nøktandi innlit í, hvat hendir í hesum høpi, vegna at uttanríkis- og trygdarpolitikkur framvegis er danskt málsøki. Við at vera til staðar á danatingi, hevur føroyski politikarin møguleika at gera sítt til, at Føroyar ikki kemur í klemmu, meira enn gott er.

Út yvir hetta er umráðandi at fylgja við og arbeiða konstruktivt fram ímóti, at vit fara at standa á egnum beinum, sum suveren tjóð og land. Hetta ber væl til, uttan at vit fara at missa samband við danir – eingin ynskir hetta, heldur ikki tey mest harðrendu loysingarfólkini. Vit eiga at arbeiða framímóti einum virðiligum og tíðarhóskandi samstarvi við Danmark, sum merkir, at vit ráða fyri egnum borgum og gjalda fyri okkum sjálvi.

Gott val øll somul!