Valevni
Aftur

Bjørt Samuelsen


Eg eiti Bjørt Samuelsen og eri fulltíðar politikari.

Aftaná nógv ár í politikki, bjóði eg meg at vera ein ein virðilig, men ótroyttilig og djørv rødd, sum hvønn einasta dag er til arbeiðis fyri Føroyar á Fólkatingi.

Varð fyrstu ferð vald á ting í 2008 og havi sostatt drúgvar royndir í politikki, eisini í mun til norðurlendsk samstarv og samstarv við politikarar úr nógvum londum.

Í politiska arbeiði mínum eru sjálvbjargni, grøn orka, heilsa, vinna, umhvørvi og tað góða atkomuliga samfelagið fyri øll, míni hjartamál. Men nú hesaferð snýr tað seg um Fólkatingið, og har er mítt fokus á rættindi okkara sum land og tjóð, á handils-og uttanríkispolitikk og á avbjóðingum hjá borgarum okkara í Danmark.

Valdsjavnvágin í heiminum broytist skjótt í hesum døgum, og vit kenna okkum minni trygg um framtíðina. Tað krevur av okkum, at vit taka uttanríkis- og verjupolitiska kjakið í álvara og definera okkum og støðu okkara í mun til broytta heimin. At vit taka ábyrgd. Vit skulu duga væl at samstarva, samstundis, sum vit mugu tryggja Føroyum innlit, ávirkan og avgerðarrætt í øllum málum, sum viðvíkja landi okkara. Einki um okkum, uttanum okkum!

Føroyar hava í dag ikki sama møguleika, sum sjálvstøðug lond, at gera handilssáttmálar og annað uttanríkispolitiskt samstarv við onnur lond. Eg vil arbeiða fyri, at fáa beint burtur hegnini, sum í dag stika okkum inni.

At tosa okkara søk í hesum málum, hevur stóran týdning á Fólkatingi. Men, tað hevur eisini týdning at arbeiða fyri at bøta um viðurskifti hjá føroyskum lesandi, sjúklingum, pensjonistum og øðrum, sum hava avbjóðingar ella detta niðurímillum í skipanum í Føroyum og Danmark.  

Á Fólkatingi vil eg eisini stuðla undir tilgongdina at yvirtaka føroyska loftrúmið og onnur máløki, sum eftir eru at yvirtaka. Og eg vil á øllum atkomuligum pallum varpa ljós á hvat Føroyar eru, og hví tað hevur so stóran týdning, at vit sjálvi fáa møguleikan at taka avgerðir í øllum málum, sum viðvíkja okkum.

Eg ætli mær ikki at leggja meg útí danskan politikk, uttan tá, tað snýr seg um Føroyar ella føroysk áhugamál.  

Undir øllum mínum politiska virksemi liggur ein grundleggjandi hugsjón um álit á okkara egnu megi. Føroyar eru okkara land og okkara ábyrgd. Megin at lyfta Føroyar framá býr í Føroya fólki! Tann andan taki eg við mær á Fólkating, fái eg álitið frá veljaranum.

Mín bakgrund

Eg eri gift Peter Skou Østergård, djóralækna, og eiga vit børnini Ragnhild Petursdóttir Østergård (1994) og Torstein Bjartarson Østergård (1999), ommusynirnar Valdimar (2017) og Teodor (2021) og hundin Storm.

Eri uppvaksin í Havn og flutti 19 ára gomul eitt skifti til París og síðani til Keypmannahavnar at lesa á Den kgl Veterinær- og Landbohøjskole, har eg tók prógv sum kandidatur í bromatologi – matvørufrøði. Seinni gekk leiðin til Oslo at lesa til journalist á Norsk Journalisthøgskole. Í Norra starvaðist eg á Aftenposten, Forbrukerrapporten og á NRK1. Aftaná 16 ár í útlegd, fluttu vit heim við ársenda í 2000. Her havi eg – áðrenn eg gjørdist fulltíðarpolitikari - starvast í útvarpinum, sjónvarpinum, sum kunningarráðgevi í Tinganesi, undirvíst á Fróðskaparsetrinum, umframt rikið mína egnu frílansfyritøku.

Í fjør nam eg mær yrkisskeið í landbúnaði á Búnaðarstovuni. Í frítíðini dámar mær at fáa ting at grógva, gera mat, ganga ella renna ein túr í náttúruni, síggja filmu, lesa ella bara hugna við familjuni.

Les mítt politiska CV og greinar á www.tjodveldi.fo/bjort