Valevni
Aftur

Eyðgunn Samuelsen

Eg eri 63 ár, og eri útbúgvin cand mag í søgu og samfelagsfrøði. Eg eri fødd og uppvaksin í Sørvági, men flutti seinni til Klaksvíkar og havi verið klaksvíksjingur í 38 ár. Eg er gift, eigi 2 børn og 3 ommubørn.

Eg haldi at tað er uppá tíðina at vit fáa eina kvinnu á fólkating. Eg bjóði meg fram, og havi eg nógvar lívsroyndir og royndir á politiska pallinum, ið gera meg eitt gott og viriligt umboð fyri Føroyar.

At umboða fólki í Føroyum og okkara land, er ein heiður, uttan mun til um tað er á fólkatingi, á Løgtingi, í kommununi, í norðurlendskum samstarvi ella í ST.

Eg havi verið virkin í politikki á ymiskum pallum. Eg byrjaði í Klaksvíkar býráð (1996-2011), síðan sat eg í Løgtinginum (2008-2015), var landsstýriskvinna í almanna- og javnstøðumálum (2015-2019) og siti nú aftur í Løgtinginum (2021-dd).

Mín drívmegi er, at ynskir tú broytingar og vilt tú fremja broytingar til tað betra, ja, so mást tú verða virkin og gera tína ávirkan galdandi á øllum pallum, tá tú fært møguleikan til tess.

Eg haldi tað er ein sera týdningarmikil uppgáva at loysa avbjóðingar hjá føroyingum, sum eru komnir tvørt fyri í skipanum millum Føroyar og Danmark. Havi royndir innan hetta arbeiði frá tíðini sum landstýriskvinna og veit av royndum, hvussu stóran týdning tað hevur at skipaninar eru smidligar millum Føroyar og Danmark.

Tað er umráðandi at samstarva, ikki bara á fólkatingi, men eisini við føroyskar myndugleikar. Sum fólkatingsumboð kann tú verða ein viðspælari, til dømis tá ið tað kemur til at tryggja bestu umstøður fyri sjúklingar í Danmark og Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark.

Fái eg møguleikan fari eg at umboða Føroyar á ein virðiligan og virknan hátt.

Gott val.