Valevni
Aftur

Rósa Samuelsen

Rósa Samuelsen er fødd í 1959 og uppvaksin í Havn, eitt tíðarskeið í Gøtu. Hon flutti til Sandavágs í 1985, hon er gift við Heðin Samuelsen, saman eiga tey 3 børn og 5 ommu- og abbabørn.

Rósa Samuelsen varð fyrstu ferð vald á ting 19. januar 2008 og varð afturvald 29. oktober 2011, og aftur í 31. august 2019. Rósa sat sum landsstýriskvinna í almannamálum frá september 2008 til november 2011.

Rósa hevur harumframt drúgvar royndir í kommunalpolitikki, fyrst sum borgarstjóri í Sandavágs kommunu 2001-2008 og í Vága kommunu 2013-2016, síðani sum varaborgarstjóri frá 2017 - 2020. Í dag er hon býráðslimur í Vága kommunu, umframt forkvinna í mentanar- og trivnaðarnevndini.

Hon starvaðist á Føroya Sparikassa frá 1985  - 2000. Eisini hevur hon sitið sum  forkvinna í Føroya Kommunufelag 2004-2008.

- Eg brenni fyri at tæna og arbeiða fyri føroyskum áhugamálum í Ríkisfelagsskapinum, at vit taka felags ábyrgd í felags málum. Menna samstarv, netverk, verju og trygdarpolitikk og finna semjur um viðkomandi og aktuell mál innan Ríkisfelagsskapin, sigur Rósa Samuelsen.

Tað eru eisini fleiri markaforðingar millum londini, sum skulu loysast. Herav nøkur, sum raka hart persónliga. 

Eisini eru tað mál s.s. kriminalforsorg, løgregla, har eitt vakið eyga skal vera, so atlit verða tikin til staðbundin viðurskiftir her heima. Okkara sárbæru ungdómar, sum ikki hava tilboð í Føroyum, skulu verjast. Eisini skulu avtalur kunna gerast við Grønland um útveksling innan útbúgvin og størv.