Valevni
Aftur

Jensia Højgaard Kjærbæk

Jensia Højgaard Kjærbæk er fødd í 1978 og uppvaksin í Havn.

Nam sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya í 2003 og fekk serútbúgving innan intensiva sjúkrarøkt í samstarvi við Region Hovedstaden í Danmark og Landssjúkrahúsið í 2016. Jensia hevur starvast á Landssjúkrahúsinum síðani 2003.

Hon er gift Leon Svenningsson Kjærbæk úr Vági, og saman eiga tey 3 børn og búgva í Havnini. Umframt hetta, er Jensia virkin innan barna- og ungdómsarbeiði í samkomuhøpi.

- Sambandsflokkurin er eftir mínum tykki einasti politiski flokkur í Føroyum, ið veruliga vil og stendur inni fyri at varðveita og styrkja Ríkísfelagsskapin, og sambondini millum Grønland, Danmark og Føroyar, sigur Jensia Højgaard Kjærbæk.

Ríkisfelagsskapurin hevur lagt lunnar undir alla vælferð í okkara samfelagi. Ja, og lat okkum so koma víðari, sigur onkur. Nei, sigur Jensia, tí vit eru ikki komin undir land, soleiðis at vælferðin røkkur øllum í okkara samfelagið. Í hennara dagliga yrki møtir hon fólki, sum eru í svárari neyð, tí tey eru komin í ta ólukkuligu støðu, at teimum tørvar meira hjálp, enn okkara heilsu- og nærverk hevur at bjóðað.

Hetta er alt øki, sum vit hava grundlógartryggjaðan rætt at fáa stuðul til ígjøgnum ríkisveitingina, soleiðis at vit kunna raðfesta vælferðina hjá ØLLUM føroyingum, eisini teimum, sum ikki hava tað serliga gott í okkara sokallaða vælferðarsamfelag - tey, sum stríðast fyri at yvirliva hvønn dag.

Hon vil inniliga heita á øll sambandssinnaði, og annars øll okkum, sum ynskja at Føroyar framvegis skal vera heimsins tryggasta og besta land at liva í:

REISIST OG VELJI SAMBANDSFLOKKIN Á FÓLKATING, SOLEIÐIS AT RÍKISFELAGSSKAPURIN VERÐUR STYRKTUR OG VARÐVEITTUR, OG HARVIÐ VÆLFERÐIN HJÁ OKKUM ØLLUM.

Saman um Sambandsflokkin.