Valevni
Aftur

Hanna Ovadóttir

Hanna Ovadóttir er 57 ár og er búsitandi í Haraldssundi.

Hanna hevur lisið fiskivinnu á Universitetinum í Tromsø í 3 ½ ár og arbeiddi innan fiskivinnuna til 1996. Hon er útbúgving lærari frá 2001 og arbeiðir í dag á Skúlatrøð.

Hanna hevur ikki stillað upp fyrr, men hevur fylgt væl við frá síðulinjuni og verið virkin í Norðoya Sambandsfelag, har hon hevur verið forkvinna seinastu 2 árini.

- Eg stilli upp, tí eg haldi, at vit hava brúk fyri eini semjusøkjandi rødd á Fólkatingi, sum arbeiðir fyri at styrkja um rættindini hjá føroyingum, m.a. í sambandi við útbúgvingarmøguleikar og rættin til skjóta sjúkraviðgerð, og eg havi eisini merkt á egnum kroppi, hvussu umráðandi samstarvið um sjúkraviðgerð millum londini er, og hendan trygdin má varðveitast - og betrast, har tað ber til, sigur Hanna Ovadóttir.

Eisini ynskir Hanna at arbeiða fyri at avtaka marknaforðingar millum ríkispartarnar, umframt at gera sítt á Fólkatingi fyri at styrkja um samstarvið og marknaðaratgongdina til eitt nú ES, har vinnan m.a. skal hava møguleika at útflyta meirvirkaðar vørur, um vinnan ynskir tað.

Hanna vísir eisini á, at ótryggi veruleikin vit líva dag ger, at vit verða noydd at samstarva við hini londini í ríkinum og styrkja um okkara rødd, heldur enn at standa einsamøll - og ikki verða hoyrd. Hanna metir eitt semjusøkjandi samstarv við donsku stjórnina er av stórum týdningi í hesum tíðum.