Valevni
Aftur

Anna Falkenberg

Anna er 26 ára gomul, útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur tey síðani valið 5. juni 2019 arbeitt sum politiskur ráðgevi hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi. Hóast ungan aldur, hevur Anna drúgvar royndir innan politiskt arbeiði. Hon hevur m.a. sitið sum varaforseti í Norðurlandaráðnum fyri ung, umboðandi Nordens Liberale Ungdom, umframt sitið sum forkvinna og verið virkin í Unga Samband tey seinastu 12 árini. Undir lestrartíðini í Keypmannahavn starvaðist hon í sundheds- og eldramálaráðnum. Anna situr í dag sum forkvinna í kvinnunevnd Sambandsfloksins.

Við sínum royndum frá fólkatinginum ynskir hon at arbeiða víðari við sama semjusøkjandi anda og tryggja eina framhaldandi sambandsrødd á Fólkatingi. Anna hevur hollan kunnleika innan uttanríkispolitisk viðurskifti, bæði ígjøgnum lesnað og arbeiði. Hon metir tað vera sera umráðandi, at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskt rásarúm, nú leikluturin hjá Føroyum í uttanríkispolitiskum høpi hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini.

- Eftir mínum tykki er ein av høvuðsuppgávunum hjá einum fólkatingslimi Sambandsfloksins at samstarva við danskar flokkar og ráðharrar um at verja vunnin rættindi og at vinna Føroyum og føroyingum nýggj rættindi og fyrimunir í samstarvinum við Danmark og Grønland. Eg vil verða sambandsrødd á fólkatingi, ið er bindiliðið millum føroyskar og danskar myndugleikar, og vil tryggja eftirlit og uppfylging av teimum málum, sum hava týdning fyri Føroyar, sigur Anna Falkenberg.   

Tað er ein sannroynd, at fleiri mál, sum hava beinleiðis týdning fyri Føroyar og tað føroyska samfelagið verða umsitin í Danmark. Her er talan um m.a. løgregluna, ákæruvaldið, kriminalforsorgin og samlaða uttanríkis og verjupolitikkin í Ríkinum. Felags fyri øll hesi mál er, at tað er ein stórur fyrimunur fyri Føroyar at samstava um hesi mál - og tað er bara við einum semjuøkjandi anda, at vit menna og betra um hesi málsøkir, til frama fyri føroya fólk.