Valevni
Aftur

Petrina Berg á Lag

Petrina Berg á Lag er fødd á Tvøroyri í 1971, men flutti til Hvalbiar sum barn, og búleikaðist har til hon gjørdist 17 ár, tá hon flutti til Havnar. Flutti síðani til Keypmannahavnar og búði har í 10 ár, men tá hon flutti heimaftur, var tað aftur í Havnini, at hon búsetti seg. Hon hevur trý børn og eitt ommubarn.

Petrina er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur sín gerandisdag á Landssjúkrahúsinum, men tú hevur allarhelst eisini sæð hana á skíggjanum okkurt fríggjakvøld, har hon starvast sum vertur í Gekkinum.

Tað hevur stóran týdning, at vit varðveita og styrka samband okkara við Danmark – nakað, sum er við til at tryggja okkara vælferð og menna samfelagið, sigur Petrina Berg á Lag.

Petrina veit um nakar, hvussu stóran týdning okkara heilsuverk hevur fyri føroyingar, tá sjúka rakar - tað at tryggja, at vit hava atkomu til eitt dygdargott heilsuverk og fulla atgongd til serviðgerð, eitt nú í Danmark.

Hjartamálini hjá Petrinu eru m.a.:

- Heilsuverk og atkoma til serviðgerð og viðgerðartrygd - á jøvnum føti við danir

- Útbúgvingarmøguleikar til tey ungu í Danmark/ útlandinum

- Varðveita tað frælsi og tann felagsskap, sum vit hava í dag

- Skapa tryggleika fyri alt Føroya fólk, serliga tey gomlu og veiku í samfelagnum

Nú ótryggleiki valdar í Europa, er tað ongantíð so týdningarmikið sum nú, at velja rætt og velja eitt umboð á Fólkating, sum vil tætt samstarv í Ríkisfelagsskapinum, sigur Petrina Berg á Lag.