Valevni
Aftur

Hervør Pálsdóttir

Eg eiti Hervør Pálsdóttir og eg eri 26 ára gomul. Í 2019 varð eg útbúgving bachelor í politikki og umsiting. Seinastu trý árini havi eg  sitið í løgtinginum fyri Tjóðveldi. Nú stilli eg upp til fólkatingsvalið. Tað geri eg, tí eg haldi, at tað hevur týdning, at vit aftur fáa eina fullveldisrødd á fólkating.

Bara einaferð áður er ein kvinna úr Føroyum vald til fólkatingsvalið. Fyri meg hevur tað eisini týdning, at føroyskar kvinnur sleppa framat hesum sessunum. Tjóðveldi hevur ein sterkan lista við fleiri góðum kvinnum. Vilja vit hava eina kvinnu á fólkating, so er mítt størsta viðmæli at seta krossin við eina av kvinnunum á lista E.

Tjóðveldi arbeiðir fyri at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land. Hetta gera vit fyrst og fremst heima í Føroyum, men tað eru enn øki, har avgerðirnar verða tiknar í Danmark. Vit hava enn fólkatingssessir, og málsøki eru enn á donskum hondum. Tí hevur tað eisini týdning, at føroyska loysingarrørslan er umboðað í fólkatinginum. Eg ætli mær at umboða sjónarmiðini hjá føroysku loysingarrørsluni á fólkatingi.

Serliga eru tað uttanríkis-, trygdar og verjupolitikkur, sum verða avgjørd á fólkatingi. Sum varalimur í uttanlandsnevndini havi eg fingið innlit í hesi øki, og vil eg arbeiða fyri, at føroyingar taka fult ræði á økjunum. Í uttanlandsnevndini havi eg eisini upplivað, hvussu stórur munurin er á innlitinum í nevndarlimir í løgtinginum fáa og innlitinum, ið føroysku fólkatingslimirnir fáa.  Tað er ikki nøktandi.

Eg fari at stríðast av øllum alvi fyri at danska stjórnin fráboðar ST okkara sjálvsavgerðarrætt og harvið staðfestir, at einans vit, sum búgva her, eiga valdið og valið at skipa okkara egnu framtíð, sum sjálvstøðugt land.

Harumframt eri eg ein, ið altíð talar fyri fólkaræði, frælsi og javnrætti. Eg tali at, tá frælsi verður skert og órættur fer fram.

Gott val!