Valevni
Aftur

Beinta Løwe

 

Føroya fólk eigur avgerðina

Bara Føroyar røkja føroysk áhugamál, plagi eg at siga. Og søgan vísur, at hetta er so.

Vit sóu, at Danmark boytkottaði Føroyar fyri nøkrum árum síðani, tí ósemja var um kvotur. Tá valdi Danmark donsk áhugamál framum føroysk áhugamál. Og sjálvandi skulu danskir politikarar gera tað, tí teir røkja áhugamálini hjá dønum.

Á sama hátt eiga føroyskir politikarar at røkja føroysk áhugamál. Men seinastu árini hava víst, at føroysku fólkatingsumboðini røkja ikki Føroya áhugamál, m.a. góðtók onkur teirra at Danmark boykottaði Føroyar.

Føroyskir politikarar skulu røkja Føroya áhugamál. Tí stilli eg upp.

Eg røki altíð Føroya áhugmál. Tað geri eg hvønn dag, sum løgtingslimur, og tað fari eg eisini at gera,um eg verði vald á Fólkating.

Føroya fólk eigur altið avgerðina um føroysk viðurskifti.

Beinta Løwe,

Løgtingskvinna, valevni til Fólkatingið fyri Tjóðveldi, Listi E.