Valevni
Aftur

Rósa Tyril Gaardlykke

Eg eri 25 ár, gift og mamma at Ester, sum er 4 ár, Mósesi, sum er 2 ár, og lítlabeiggja, sum væntandi verður føddur síðst í september.

Eg eri júst liðugt útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur og havi í summar starvast í kommunulæknaviðtalu og á ellis- og røktarheimi. Harumframt havi eg í fleiri ár nú eisini verið ein av fyriskiparunum av G!-festivalinum og havi sitið sum nevndarlimur í Miðflokkinum í 2 ár.

Mín politiska grundhugsjón er ein trúgv upp á frælsi fram um tryggleika, og eg haldi, at høvuðsuppgávan hjá lóggevandi valdinum eigur at vera at tryggja okkum frælsi - frælsi at skipa okkara lív, sum vit ynskja, og sum vit sjálvi halda vera best. Eg síggi familjuna sum grundeindina í samfelagnum og ynski at virka fyri, at familjurnar hava góð kor at skipa sín gerandisdag, sum tær halda vera best.

Sum skipanin er í dag, er sera torført hjá familjum við smáum børnum at velja annað enn langar dagar á almennum vøggustovum og barnagørðum, longu frá knapt 1-ára aldri, fyri síni børn. Hetta ynski eg at virka fyri at broyta. Eitt smidligari barsilsfarloyvi, har foreldur til dømis kundu valt at verið í parttíðarfarloyvi eina tíð, tá tey venda aftur til arbeiðsmarknaðin, hevði givið familjunum størri frælsi og loyvt børnunum at fingið eina longri innkoyring, um tey skuldu á stovn. At latið pengarnar fylgt børnunum hevði loyvt einstøku familjuni at valt ta ansinginarloysnina, sum hon metti passa best til síni børn. Somuleiðis hava okkara eldru ikki nóg góðan møguleika at skipa sítt arbeiðslív, men vera næstan noydd at gevast á arbeiðsmarknaðinum við pensjónsaldur.

Eg havi eisini stóran áhuga fyri heilsumálum og dugi at síggja, at har enn er nógv at arbeiða við, hóast vit sum heild hava eitt framkomið heilsuverk í Føroyum. Tað, eg síggi sum mest átroðkandi innan heilsuökið júst nú, er fyribyrging av ymsu ‘lívsstílssjúkunum’ og sálarsjúku. Eg trúgvi, at hvør einstakur noyðist at taka størri ábyrgd fyri egnari heilsu, og havi tað álit á føroyingum, at vit kunnu taka sunnari avgerðir fyri okkara lív. Til hetta krevst sjálvandi, at upplýsing um t.d. kost, rørslu og royking, umframt ymsu sjúkurnar, er lætt atkomulig og á høgum støði. Eg trúgvi eisini, at tað er av stórum týdningi, at vit tíðliga byrja at gera børn tilvitaði um tílíkt. Í sambandi við sálarsjúku trúgvi eg, at tað kann gera ein mun fyri vaksandi talið av teimum, sum stríðast við t.d. angist, at vit geva okkara børnum ein róligari og tryggari barndóm. Okkara mynd av okkum sjálvum og verðini sum heild verður grundløgd heilt tíðliga - tí hevur fyrsta tíðin í okkara lívi so avgerandi stóran týdning fyri restina av lívinum. Eg trúgvi, at eitt sterkt sjálvsvirði og kensla av verðini sum ikki-áleypandi, verður best uppbygt í eini sterkari familjueind, har barnið veruliga kennir seg elskað, virðismett og sum ein part av eini heild. Eg trúgvi tí, at tað hevur stóran týdning fyri okkara børn at sleppa at nýta meira tíð saman við síni familju - serliga tey fyrstu árini.