Valevni
Aftur

Sunrid Traðará

Eg eiti Sunrid Traðará, eri 56 ára gomul . Eg eri uppvaksin og búgvi í Fuglafirði. Eg eri gift við Tormóð, vit eiga tvey børn, Urd og Tóri.

Eg eri útbúgvin politistur og havi arbeitt innan løgregluna síðani 1987. Eg havi arbeitt í Eysturoynni, Norðoyggjum og tey seinastu mongu árini á Kanningardeildini hjá løgregluni í Tórshavn.

Eg havi verið nógv aktiv innan ítrótt. Serliga er tað kappróðurin, sum hevur fylt nógv tey seinastu árini. Annars havi eg verið í ymiskum nevndum í nærumhvørvinum og verið forkvinna í SSF.

Skeiva gongdin innan mong økir í samfelagnum hevur fingið meg at taka avgerð um at stilla upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið 2019.

Eg ynski at gera ein mun og betra um liviumstøðurnar hjá fólkunum, ið her búgva.

Eg fari serliga at arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá/í Heilsuverkinum og Almannaverkinum.