Beinta Løwe
Havi í nógv ár arbeitt sum journalistur og má ásanna, at tað eru alt ov fá løgtings- og landsstýrisfólk, ið kenna til gerðandisdagin hjá vanliga fólkinum.
Eg kenni meg ongantíð aftur í teimum avgerðum, ið tey taka. Tí valdi eg at stilla upp.
Eg vil hava gerandisdagin hjá vanligum fólkum, sum fara til arbeiðis hvønn dag, at seta sín dám á arbeiðið í Løgtinginum og Landsstýrinum.
Vit kunnu ikki hava politikarar, ið ikki vita, hvussu fólk á arbeiðsmarknaðinum hava tað, og hvussu ein gerandiddagur hjá einari føroyskari familju hongur saman.
Nógv fólk hava verið so longi í politikki, at tey als ikki vita, hvussu ein vanligur gerandisdagur hjá meðal- og lágløntum gongur fyri seg.
Eg eri útbúgvin journalistur og stjórnmálafrøðingur. Eg starvist sum undirvísari og freelance journalistur.
Eg stilli upp á fyrsta sinni fyri Tjóðveldi.
