Valevni
Aftur

Liss Hansen

Eg eiti Liss J. Hansen, 52 ára gomul og eri útbúgving B.S.Sc. í politikki og umsiting á Fróðskaparsetri Føroya (Stjórnmálafrøði).
Eg eri heilt nýggj á tí politiska pallinum, og havi ikki fyrr verið limur í nøkrum politiskum flokki – enn minni stilla upp. Avgerðin um at bjóða meg fram til Løgtingið kemur av ónøgd við landsins leiðslu, tí eg haldi, at borgarin verður reguleraður alt ov nógv í dagsins samfelagi, umframt at vit verða brandskattað og hava eina higartil ósædda avgjaldsøði, sum nú er farin út um alt mark, meðan summir politikkarar dyrgja við fleiri orkuavgjøldum fyri at náa einum grønari samfelag!

Føroyaflokkurin vil hava so stórt frælsi til borgaran, og so lítlar avmarkingar frá statinum, sum gjørligt. Mítt hjartamál er at allir føroyingar skulu kunna búseta seg har, tey kenna seg best heima, og umstøðurnar at búgva uttanfyri miðstaðarøkið skulu betrast munandi. Í dag uppliva mong at tey ikki kunnu fáa fígging til at byggja/keypa ein bústað, uttan at staðsetingin er í miðstaðarøkinum.

Sagt verður, at um bústaðurin er í eini smábygd, kann bankin ikki fíggja, tí tá bústaðurin er liðugt bygdur er hann uml. ½mill. minni verdur enn byggikostnaðurin er. Sagt verður eisini at marknaðarkreftirnar áseta prísin á einhvørji vøru - alt hongur saman við útboð og eftirspurningi - men eftirspurningurin hevur aldrin verið størri enn nú, og vit hava aldrin havt eitt læðri arbeiðsloysi enn nú. Eg sigi at hetta er soleiðis orsakað av førda politikkinum! Grundgevingin fyri at hús uttanfyri miðstaðarøkið eru upp til fleiri milliónir minni verd, enn um somu hús standa í høvuðsstaðnum, sigst vera at tað tekur tíð at ferðast til og frá arbeiði í Havnini. Men størsti parturin av borgarunum á bygd arbeiða ikki í Havnini!

Hús á bygd eru ikki umbiðin - sigst! Tó - so eru bara heilt fá hús til sølu, og tey standa bara stutta tíð á sølulista! Føroyingar hava búleikast í Føroyum í minst 1000ár, og hava altíð klára at sett føtur undir egið borð. Mítt boð er, at staturin hevur blanda seg ov nógv í frælsið hjá borgaranum við høgum skattum, tvungnari uppsparing og ásett ov nógv avgjøld. Vit hava ov stranga regulering og ov høg krøv til bygging, sum dýrka byggikostnaðin og ikki virka til frama fyri borgaran, men beinleiðis forðar borgarum at klára at nøkta grundleggjandi tørvin, sum egin bústaður er!

Høgu krøvini í BK17 dýrka húsabygging so nógv, at vanligi føroyingurin ikki longur klárar at seta føtur undir egið borð! Kostnaðarstøðið og lønarlagið í landinum samsvara ikki longur, soleiðis at láglønt kunnu fáa egnan bústað, umframt hava miðallønt eisini trupuleikar við tí! Vilja vit kenna veruligu skuggatølini fyri bústaðarneyðini í Føroyum, eiga vit at kanna hvussu nógv fólk yvir 25 ár enn búgva á sama matrikkul sum foreldrini. Tí flestu vaksin fólk ynskja sær eitt privatlív! Hetta ynski eg at gera mína ávirkan galdandi fyri at broyta.

Til tað noyðist eg at fáa tína atkvøðu til løgtingsvalið tann 31 august 2019. Set X