Hansina Hansen

Hansina Hansen (í Fjósi) varð stillað upp fyri Sambandsflokkin í 1928. Hon var ljósmóðir av útbúgving og var virkin í ljósmøðrafelagnum. Hon skrivaði lesarabrøv um arbeiðsumstøðurnar hjá ljósmøðrum, sum hon helt vera stak vánaligar, umframt at tær vóru illa løntar.

Hon fekk góðs skoðsmál í Dimmalætting, tá hon var uppstillað, har sat verður, at nú er tíð uppá, at kvinnur fara at gera seg galdandi bæði á løgtingi og býráði.