Stilla upp og fá ávirkan á lokal viðurskifti
Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Hesaferð er tað Katrin Margreta Næs borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.
Kommuna: Hvannasunds kommuna
Borgarligt starv: Fyrrverandi miðnámsskúlalærari
Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: Vald í bygdaráðið á valinum í 1980, bygdaráðslimur 1981-84, og 2009-12, gjørdist borgarstjóri mitt í skeiðnum í juli 2011, afturvald á valinum í 2012 og gjørdist borgarstjóri 2013-2016, stillaði ikki uppaftur til valið 2016, stillaði upp aftur í 2020, borgarstjóri 2021-2024.
Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? Tað má vera at kunna hava ávirkan á okkurt, sum mann hevur áhuga fyri. Hava møguleika til at fremja okkurt, sum mann brennur fyri.
Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Haldi, at eg havi áhuga fyri teimum allarflestu økjunum, sum kommunan varðar av. Eg haldi tað vera sera týdningarmikið, at kommunan fylgir við í menningini og ikki stagnerar.
Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Tað er nakað, sum broytist við tíðini. At byrja við var tað økið børn og ung, nú fevnir tað breiðari: bøta um bústaðarmøguleikarnar og eldraøkið. Umhvørvi er eisini týðandi øki.
Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Tað var ikki eitt val frá mínari síðu, kom á ein lista og varð vald.
Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? Í hesari setuni: at gongd er komin á útstykking – og at vón er um, at íbúðarbygging fer í gongd í næstum.
Ætlar tú at halda fram næstu setu? Nei – eg eri vorðin 71 ár og vil fegin hava tíð til míni áhugamál og til ommubørnini.
Hví skal man stilla upp til kommunuval? Fyri at hava ávirkan á viðurskifti í lokaløkinum. Sum Michelle Obama segði í eini røðu herfyri: Do something! Ger okkurt!