Tíðindi
24.09.2024

Fegnist um jaliga hugburðin og treystið í fólkinum

Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Hesaferð er tað Signhild V. Johannesen.

Navn:  Signhild V. Johannesen

Kommuna:  Klaksvíkar kommuna

Borgarligt starv:  Økisleiðari hjá Posta í Klaksvík

Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: Frá 2008 til 2012 var eg fyrsti eykavaldi býráðslimur á listanum hjá Norðoya Javnaðarfelag. Tá ið Torleif Sigurðsson andaðist í 2008, kom eg í býráðið, har vit sótu í minniluta. 

Í 2012 bleiv eg á fyrsta sinni vald, og kom eg tá í meirilutan saman við Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldi. Frá 2012 til 2016 var eg forkvinna í mentanarnevndini og limur í fíggjarnevndini.

Frá 2016 til 2020 bleiv eg aftur vald í Klaksvíkar býráð, hesaferð bleiv eg varaborgarstjóri, forkvinna í mentanarnevndini, limur fíggjarnevndini, trivnaðarnevndini børn og ung, og í NBH, sum er samstarvið á eldraøkinum.

 

Frá 2012 til 2020 var eg forkvinna í stýrinum fyri nýggja mentanarhúsið.

Frá 2020 til 2024 havi eg sitið í minniluta :-(

Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? At gera mun, at flyta samfelagið rætta vegin.

Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Tá ið ein kennir til tað mesta og flest øll øki, kann ein gera mun á øllum økjum.

Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? At allir borgarar verða viðfarnir eins, at tey veiku ikki detta niður ímillum, annars umhvørvið, náttúran og menniskja.

Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Sjálvt um eg altíð havi havt áhuga í politikki, var tað ikki í mínum huga at stilla upp, fyrr enn eg bleiv spurd. Búði tá á Trøllanesi, og Mikladals kommuna hevði júst lagt saman við Klaksvíkar kommunu, so tað var eitt sindur akkurát rætta høvið.

Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? Tað eru nógvar íløgur, sum komu á dagskránna hesi árini, vælverudepilin, rennibreytin, mentanarhúsið, sjógvhitaskipanin, útbygging av Fjallafípuni og fleiri aðrar smærri íløgur. Men tað, sum eg fegnist allarmest um, var jaligi hugburðurin og treystið í fólkinum, at eg føldi, at tey trivust og sóu eina ljósa framtíð.

Ætlar tú at halda fram næstu setu? Ja, avgjørt :-)

Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við komandi setu? Á íløgusíðuni haldi eg tvær íløgur eiga at koma, fimleikarhøllin og annað byggistig av Skúlanum á Ziskatrøð. Annars er rættiliga nógv viðlíkahald, røkt og fríðkan komið í drag :-(  Tað ætli eg at raðfesta methøgt. 

Tað vakra hugtekur jú øll…..

Hví skal man stilla upp til kommunuval? Jú fleiri veljarin hevur at velja ímillum, meira demokratiskt er, og betri er úrtøkan. Eisini er lætt at gera mun, og hugurin drívur verkið!