Tíðindi
09.12.2022

Aftur á rættkjøl – men enn er langt á mál

Eftir løgtingsvalið 2022 er kvinnuumboðanin vaksin úr 8 í 10 tinglimir. Tó so er minni enn ein triðingur av tingmanningini nú kvinnur.

Demokratia fegnast um, at kvinnurnar á Føroya Løgtingi aftur eru 10 í tali. Eftir bakkastið í 2019, tá kvinnuumboðanin minkaði úr 10 tinglimum niður í 8, eru vit nú aftur komin á rættkjøl. Men hóast eina lítla framgongd, umboða kvinnur framvegis minni enn ein triðing av tingsamansetingini. Og tað er í roynd og veru als ikki nóg umboðandi. Tað gongur striltið fyri Føroyar á hesum økinum.

Tó so vóru glottar í valúrslitinum í gjár. Framsókn, sum eigur ta einastu floksforkvinnuna, hevði metstóra framgongd, ikki minst tí forkvinnan, Ruth Vang, fekk sera dyggan stuðul. Somuleiðis var gleðiligt at síggja, at Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi aftur stóðu seg væl. Tær tríggjar - Ruth, Ingilín og Bjørt – endaðu á topp-10 listanum í samlaða landsúrslitinum. Ruth gjørdist nummar fýra við 981 atkvøðum. Næst henni var Ingilín á fimta plássi við 787 atkvøðum, meðan Bjørt endaði á sjeynda plássi við 759 atkvøðum. Restin av topp-10 listanum er menn. 

Harumframt er at fegnast um, at nógvar dugnaligar kvinnur vóru á uppstillingarlistunum yvirhøvur. Fleiri teirra sluppu væl frá elddópi sínum í politikki.


Bøtur allur bati?

Treytað av, hvør flokkur kemur í stjórn, so er vónin nú, at fleiri kvinnur koma inn um tinggátt sum varafólk. Og vónandi fara vit at síggja fleiri av valdu kvinnunum í landsstýrissessum.

Hvussu er og ikki, var framgongdin hesaferð ikki av tilvild. Lutfalsliga nógvar kvinnur bjóðaðu seg fram til hetta løgtingsvalið; tað hevur stórt virði í sjálvum sær, tí uttan sterka kvinnuumboðan á uppstillingarlistunum fáa vit ikki javnari kynsumboðan í Føroya Løgting.

Javnstøða kemur ikki av sær sjálvari, og tungt er at rógva andróður. Stríðið um javnari kynsumboðan krevur áræði og áhaldni.

Hendan framgongdin, hóast hon er lítil, er úrslitið av einum felags íkasti. Miðlar, felagsskapir, flokkar, valevni og veljarar eiga øll sín lut í, at gongdin nú er batnað eitt vet.

Løgtingsvalið 2022 staðfestir, at alt ov fá velja kvinnur. Men samtíðis eru tekin um, at føroyski veljarin spakuliga trýr upp á, at kvinnur kunnu eisini vera politikarar. Vónandi fer nú at ganga móti betri tíðum við kvinnuumboðan í bæði landsstýri og løgtingsnevndum.