Tíðindi
14.10.2022

Framsókn á fólkating

Framsókn hevur tríggjar kvinnur og tveir menn á listanum.

Framsókn stillar fimm valevni upp til fólkatingsval. Harav eru tríggjar kvinnur - so her eru tær við yvirlutan.

Kvinnurnar eru:

Ruth Vang

Súsanna Olsen

Hanna Jensen

Tær eru allar tríggjar vanar at taka lut í politikki. Ruth Vang er forkvinna í Framsókn, meðan Hanna Jensen hevur sitið á løgtingi fyri Framsókn, fyrst sum varafólk, og síðani varð hon vald inn á løgting í 2015. Hanna Jensen hevur eisini eitt skifti verið landstýriskvinna í mentamálum. Súsanna Olsen starvast á Setrinum sum stjórnmálafrøðingur og er javnan at hoyra í kringvarpinum, har hon gevur burturav sínari vitan um samfelagsviðurskifti.