Tíðindi
14.10.2022

Fólkaflokkurin velur flest menn

Ikki gekk sum vit høvdu vónað í Demokratia. Á listanum hjá Fólkaflokkinum eru átta menn og ein kvinna.

Níggju fólk eru uppstillað fyri Fólkaflokkin. Hetta eru øll sitandi løgtings- og landstýrisfólk. Tað vil so siga, at har er bara ein kvinna á listanum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur nógvar royndir sum politikari. Hon varð vald inn á løgting í 2011 og var landstýriskvinna í almannamálum 2019-20, har hon millum annað hevði javnstøðumál um hendi og tey røkti hon væl.

Tíverri gongur Fólkaflokkurin ikki somu leið sum aðrir flokkar. Í Demokratia høvdu vit sjálvsagt vónað, at tað fór at verða umleið helvt um helvt av kvinnum og monnum í uppstilling, men vit ynskja tó Elsebeth eitt gott val.

Við seinasta løgtingsval fekk hon flestar atkvøður av kvinnunum, hóast mannligu valevnini kláraðu seg nógv betur á valinum.