Tíðindi
04.03.2022

Samskipari til Javnstøðuskrivstovuna

Almannamálaráðið søkir eftir samskipara til Javnstøðuskrivstovuna, ið er skrivstovan hjá Javnstøðunevndini og Demokratia, at byrja skjótast til ber.

Samskiparin er skrivari fyri Javnstøðunevndina og Demokratia.

Starvið fevnir í høvuðsheitum um, at:

•                fyrireika mál til Javnstøðunevndina og Demokratia

•                útinna tær ætlanir, sum nevndirnar seta út í kortið

•                gera upplýsandi tilfar og varpa ljós á javnstøðumál og standa fyri átøkum

•                skipa fyri ráðstevnum, evnisdøgum og kjakfundum, sum varpa ljós á viðkomandi evnir

•                halda fyrilestrar og taka lut í orðaskifti um javnstøðumál

•                svara fyrispurningum og avgreiða mál

•                skriva árliga frágreiðingar um virksemi í samstarvi við Javnstøðunevndina og Demokratia

 

Førleikar

Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur. Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og hevur góðan kunnleika til og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum.

 
Tú ert ágrýtin og hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt. Tú dugir væl at finna fram vitan, at greina tilfar og skriva. Tú ert væl skipað/ur, dugir væl at leggja til rættis og skjalprógva. Tú tímir og dugir væl at samstarva og samskifta, bæði við myndugleikar og borgarar, og hevur góð samstarvsevnir.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum. Starvið vísir til Almannamálaráðið.

Starvsstaður er í løtuni í Almannamálaráðið, Eirargarður 2, 100 Tórshavn.

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: umsokn@amr.fo

Umsóknarfreist

Umsóknin skal vera Almannamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. mars 2022.

 

Nærri fæst at vita um starvið  við at venda sær til Jeanette Ellefsen Blaasvær, deildarstjóra, á tlf. 734056 ella umvegis teldupost á jeb@amr.fo.

 
Skrivstovan hjá Javnstøðunevndini og Demokratia er tøk hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum at venda sær til at fáa hjálp og ráðgeving í javnstøðuspurningum.

 

_________

Javnstøðunevndin virkar sambært løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn. Javnstøðunevndin skal m.a. hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin, vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og gera tilmæli í javnstøðumálum.

Demokratia hevur umboð úr øllum politisku flokkunum umframt Kvinnusamskipanina, Kommufelagnum og Javnstøðunevndina. Demokratia virkar fyri at leikluturin hjá kvinnum í føroyskum politikki økist.