Tíðindi
07.05.2020

Demokratia nýtt for- og næstforfólk

Í gjár mikudagin 6. mai skipaði nevndin hjá Demokratia seg av nýggjum.

Nú eydnaðist endiliga nýggju nevndini hjá Demokratia at hittast og skipa seg við for- og næstforfólki. Nevndin var sett eftir tilmæli frá umboðandi pørtum hin 11. mars, beint áðrenn grækarismessu, og koronatilmælini frá landsstýrinum vóru herd. Tískil hevur nevndin bert havt høvi at hittast elektroniskt og metti ikki, at tað vóru góðar umstøður at skipa nevnd undir.


Nýggja forfólkið í Demokratia eitur Kristina Gry Berg. Kristina býr í Fuglafirði, har hon er dagligur leiðari fyri kunningarstovuna. Hetta er onnur seta hjá Kristinu í Demokratia. Hon umboðar Tjóðveldi. Næstforfólk er Ólavur í Geil. Ólavur hevur eisini sitið í nevndini hjá Demokratia seinastu 4 árini. Ólavur umboðar Miðflokkin.

Fráfarandi for- og næstforfólk eru Marna Jacobsen og Monika Nolsøe Johannesen. Vit takka teimum báðum fyri teirra megnar ískoyti og ótroyttiliga arbeiði í Demokratia. Marna heldur fram í nevndini, sum vanligur nevndarlimur. Hon er umboð fyri Kvinnufelagasamskipan Føroya. Monika heldur fram sum varaumboð fyri Petur Martin Hansen, sum hevur verið í farloyvi. Tey umboða Javnaðarflokkin.

Nývalda nevndin hjá Demokratia hevur hesi umboð:

Kristina Gry Berg, forfólk, umboðar Tjóðveldi
Ólavur í Geil, næstforfólk, umboðar Miðflokkurin
Joan Samuelsen, umboðar Fólkaflokkurin
Dorit Hansen, umboðar Framsókn
Petur Martin Hansen, umboðar Javnaðarflokkin
Annfinnur Garðalíð, umboðar Javnstøðunevndina
Anita Fuglø, umboðar Kommunufelagið
Marna Jacobsen, umboðar Kvinnufelagasamskipan Føroya
Maud Poulsen, umboðar Sambandsflokkurin

Fyrsta uppgávan hjá nýggju nevndini er at skipa fyri tiltøkum í sambandi við, at kommunuval verður í 2020. Hetta arbeiðið er farið í gongd.