Tíðindi
20.08.2019

Valfundur í Suðuroy

Týskvøldið 20. august kl. 19:00 skipar Demokratia fyri valfundi á Miðnámsskúlanum í Hovi.

Evnið er umhvørvispolitikkur, og valevni fyri flokkarnar luttaka. Høvi verður hjá áhoyrarunum at seta spurningar til

valevnini.

Á fundinum verður eisini eitt sveikjandi innspæl frá Anniku Bolton Mortensen, journalisti og yogalærara.

Orðstýrari er Liljan Weihe. Kaffi/te og køkur vera at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Valfundurin í Suðuroy er annar av trimum valfundunum, sum Demokratia skipar fyri. Tann fyrsti var í Fuglafirði 14. august, og triði og seinasti fundur verður í Havn 27. august.