Tíðindi
16.08.2019

Valfundir

Valfundir hjá Demokratia

Fram til løgtingsvalið skipar Demokratia fyri trimum áhugaverdum valkvøldum kring landið. Á hesum valkvøldum savna vit okkum um eitt evni í senn, men fáa tí eisini høvi at fara í dýpdina við hesum evninum.

Demokratia hevur lagt seg eftir í størstan mun at lata nýggj, kvinnulig valevnir luttaka á kjakfundunum, so áhoyrararnir fáa høvi at hoyra teirra sjónarmið og síggja hvørjar nýggjar kvinnur hesaferð stilla upp afturat teimum kendu.

Orðstýrari er Liljan Weihe, og hon hevur bjóðað trimum áhugaverdum kvinnum at geva eitt kveikjandi innspark til kjakini, áðrenn valevnini fáa orðið.

 

Fyrsta valkvøldið var mikukvøldið 14. august kl. 19 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Evnið á hesum kvøldinum var vinnupolitikkur, har panelið m.a. kom inn á fiskivinnu, ferðavinnu, kreativa vinnu og burðardygd.

Kveikjari hetta kvøldið var Sissal Kj. Kristiansen, íverkseti og vinnurekandi innan kreativa vinnu.

Fitt av fólki var og lýddi á. Umboðini fyri flokkarnar vóru:

 

Marita Klein Joensen, Javnaðarflokkurin

Ingvør Justinussen, Fólkaflokkurin

Edva Jacobsen, Sambandsflokkurin

Hanna Jensen, Framsókn

Bjarta Petersen, Miðflokkurin

Kristina Toftegaard Larsen, Tjóðveldi

 

Næsti fundur verður í Miðnámskúlanum í Hovi tann 20. augst kl. 19. Annika Bolton Mortensen verður kveikjari, og evnið er umhvørvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi valkvøld, kvinnur og menn, ung sum gomul. Demokratia bjóðar kaffi og køku.