Tíðindi
05.08.2019

Løgtingsval

Í ólavsøkurøðu sínari boðaði løgmaður, Aksel V. Johannesen, frá, at løgtingsval verður 31. august.

Seinasta freist at lata valevnislistar inn er 17. august.

Longu nú síggja vit, at fleiri nýggj kvinnuandlit eru á listunum, men enn kunnu enn fleiri koma aftrat.

Vit vænta og vóna, at talið á uppstillaðum kvinnum verður enn hægri enn við seinasta val, tá ið tað var 28%.