Tíðindi
28.06.2019

Samskipari á javnstøðumálum sett

Almannamálaráðið, Javnstøðunevndin og Demokratia hava sett Lív Patursson í starv sum samskipari í javnstøðumálum.

Samskiparin skal fremja mál, sum Javnstøðunevndin og Demokratia raðfesta, umframt at vera skrivari hjá báðum nevndunum. Haraftrat skal hon arbeiða við átøkunum í virkisætlanini fyri javnstøðupolitikk, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna læt úr hondum í fjør.

Samskiparin fer eisini at varpa ljós á og gera kunnandi tilfar um javnstøðu, skipa fyri tiltøkum, og sum heild skipa økið og vera andlitið úteftir.

Lív Patursson er 35 ára gomul og útbúgvin kynsfrøðingur. Hon byrjar í starvinum 20. august.
Demokratia fegnast um avgerðina at seta samskipara í starv, og vit bjóða Lív Patursson at verða vælkomna í starvið.