Tíðindi
19.03.2019

Framtak um javnstøðu

Flokkurin Framtak hevur 8. mars sent Demokratia soljóðandi teldupost:

Fyri okkum í Framtakinum er javnstøða ein sjálvfylgja. Øll Hampafólk, ikki bara Hampamenn, eru vælkomin í flokkin 

Telduposturin er sendur í sambandi við, at Demokratia 12. februar hevur sent politisku flokkunum fyrispurning um, hvat teir hava í hyggju at gera til tess at fremja javnstøðu í sambandi við komandi løgtingsval. Framtak fekk tó ikki spurningin, av tí at flokkurin ikki var alment skrásettur, tá brævið varð sent.