Menn sleppa lættari í býráðini enn kvinnur

Í nýggjari kanning, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt, sæst greiður samanhangur millum hvussu nógv av hvørjum kyni eru uppstillað, og hvussu kynsbýtið í bý- og bygdaráðunum síðani taka seg út.

Seinasta kommunuval dystaðust 307 valevni um tilsamans 82 sessir í teimum 29 føroysku kommununum. Søguliga hava tað verið flest mannfólkanøvn á atkvøðuseðlunum, og samansetingin av valdu bý- og bygdaráðlimunum hareftir. Enn er ikki komið fyri í Føroyum, at fleiri kvinnur hava stillað upp til kommunuval enn menn, og heldur ikki hevur lutfallið av kynunum ligið innan vanliga javnstøðumálið um minst 40 prosents umboðan av báðum kynum.

Síðstu 20 árini, hava støðugt fleiri kvinnur verið millum valevnini, og á kommunuvalinum í 2016 vóru 36 prosent av valevnunum kvinnur, meðan 64 prosent vóru menn. Til samanberingar var lutfallið 70 prosent menn og 30 prosent kvinnur í 2000.

Verður hugt nærri at hvussu nógv eru uppstillað av hvørjum kyni, og síðani vera vald, er tað sum heild soleiðis: tess fleiri av einum kyni eru á atkvøðuseðlunum, tess fleiri verða vald. Merkisvert er tó, at neyðugt er við lutfalsliga fleiri kvinnum á uppstillingarlistunum, um tær skulu veljast í sama mun sum menninir.

Á øll kommunuvalunum síðani 2000, undantikið í 2016, vórðu menn lutfalsliga betri umboðaðir í bý- og bygdaráðssessunum, enn teir í grundini vóru á atkvøðuseðlunum. Á valinum í 2000, til dømis, vórðu áleið tvær kvinnur valdar fyri hvørjar tíggju uppstillaðar, meðan tað hjá monnunum vórðu tríggir valdir fyri hvørjar tíggju uppstillaðar.

Eysturoy søguliga ringa kynsumboðan

Menn eru betri umboðaðir í nærum øllum landspørtunum, tó at Streymoyggin er einasti landspartur við fleiri kvinnuligum enn mannligum umboðum í Føroyum. Fyri tær flestu kommunurnar hevur gongdin verið tann, at alsamt fleiri kvinnur fáa pláss á atkvøðuseðlunum, og síðani eisini í bý- og bygdaráðunum.

Í Eysturoynni hevur hendan gongdin tó verið øvut. Umframt, at hava mest misjøvnu kynsumboðanina – tá ið tað kemur til hvørji verða vald – so er støðan versnað hesum viðvíkjandi. Á kommunuvalinum í 2000 vóru kvinnur betri umboðaðar í kommunupolitiskum høpi, enn tær eru nú. Tá vóru 26 prosent av valevnunum kvinnur, meðan 23 prosent vórðu valdar. Í 2016 vóru 33 prosent av teimum uppstillaðu kvinnur, men einans 18 prosent av teimum valdu vóru kvinnur, og liggur væl undir kvinnuligu umboðanini alla aðrastaðni í landinum.

Menn fara við borgarstjórasessinum

Felags fyri kommunurnar er, at javnstøðan millum bý- og bygdaráðslimirnar er betri, enn javnstøðan fyri borgarstjórasessirnar. Í teimum 29 kommununum, eru nevniliga bert sjey kvinnuligir borgarstjórar. Hesar sita í ávikavist Tórshavnar-, Vága-, Sørvágs-, Kunoyar-, Hvannasunds-, Húsavíkar- og Fugloyar kommunu. Ongar av kommununum í Suðuroynni ella Eysturoynni hava kvinnur í borgarstjórasessunum.