Tilfar

Gev mær heldur lambið enn æruna

Triðja greinin í samrøðurøðini við kvinnur í politikki var um Rósu Samuelsen úr Sambandsflokkinum og varð prentað í Dimmalætting 5. november 2008. Greinin eftir Katrin Petersen, journalist, er endurprentað her:

Hon hevur verið borgarstjóri tvey valskeið og varð vald inn á ting, hóast hennara egna valfelag ikki vildi stilla hana upp. Nú er hon landsstýriskvinna í almannamálum. Politikari? - Tað má eg heldur fara at kalla meg nú, sigur Rósa Samuelsen, sum ikki fekk áhuga fyri politikkinum, fyrr enn hon var farin í holt við hann. Í dag heldur hon, at bæði tilbúgving og útstykkingar eru kvinnuligar uppgávur

Hon sat við kassan í Sparikassanum. Framman fyri henni var røð av fólki, sum bíðaðu eftir at sleppa at gjalda sínar rokningar ella at taka pengar út. Telefonin ringdi, og millum tvær avgreiðslur fekk hon at vita, at hon var sett á ein lista til bygdarráðsvalið. Tað var fyrsta ferðin, Rósa Samuelsen var nærhendis tankanum um at gerast politikari.

- “Tú?!?” siga fólk, sum eg gekk í barnaskúla saman við, um at eg nú eri landsstýriskvinna. Tey høvdu aldrin droymt um, at eg skuldi enda her, sigur Rósa Samuelsen, nýggja kvinnan í sessinum í Almannamálaráðnum.
- Hví?
- Tí eg var so ónátúrliga smæðin sum barn. Og eri tað fyri ein part enn, sigur hon.
Og um tað fyrsta valið, hon var uppstillað til, sigur hon:
- Tað kom til lutakast, og tíbetur fall eg.
Smæðin og vildi ikki veljast. Tað kundi ljóðað sum ein stutt karriera. Ella sum okkurt serligt skuldi til.

Ráddi um at vera fyrst


- Eg plagi at siga, at eg var so heppin, at eg slapp í læru hjá fyrrverandi borgarstjóranum. Tá hálvtannað ár var eftir av tí valskeiðnum, kom eg inn kortini, tá ein sessur gjørdist leysur, og eg fekk beinavegin uppgávur. Eg fekk ábyrgdina av at fara undir at byggja barnagarð, og eg slapp at vera við í øllum, so sum útstykkingum. Tá so næsta valið kom (í 2000, red.), var tað av egnum vilja, at eg stillaði upp. Tí tá var tað blivið spennandi, sigur Rósa Samuelsen.
Hetta valið skuldi vísa seg at blíva eitt sera gott val hjá henni, og hon var fyrstvald. Og tá gjørdi hon av at fara eftir borgarstjórasessinum, og at gera skjótt av. Fráfarandi bygdarráð hevði fund stutt eftir valið, og tá ætlaði Rósa Samuelsen at eiga fyrsta meldið.
- Tá vit so savnaðust til fyrsta bygdarráðsfund eftir valið, spurdi eg borgarstjóran, um eg kundi læna fundin, áðrenn hann varð settur. Eg hevði tosað við hann áðrenn, so hann visti, hvat eg ætlaði.
Alt fráfarandi bygdarráðið var afturvalt, men kommunustýrislógin var broytt, soleiðis at nú vóru sjey fólk í kommunustýrinum heldur enn fimm.
- So segði eg, at eg vildi fegin vera borgarstjóri, og vildi vita, hvat teir søgdu til tað. Eg vildi fegin hava tað avgjørt beinanvegin. Teir søgdu allir ja. Og á fyrsta fundi í nýggja kommunustýrinum tóku teir á hinum listanum eisini undir við, at eg bleiv borgarstjóri.
Og so byrjaði politiska lívið hjá Rósu Samuelsen av álvara. Sjálvt um hon alla sína tíð sum borgarstjóri ongantíð hevur kallað seg sjálva politikara.
- Tað má eg heldur fara og byrja uppá nú, heldur hon.

Vegagerð er kvinnulig


Kommunustýrið fór ikki sundur í meiriluta og minniluta, og kvinnan á odda hevði fulla uppbakking fyri øllum, hon gjørdi.
- Tað var fínt at vera einsamøll kvinna, tá eg samstundis var borgarstjóri, heldur hon.
Hinir limirnir í bygdarráðnum vórðu ofta spurdir, hvat teir hildu skuldi gerast í hesum og hasum.
- Sum kvinna bar til at spæla eitt sindur hjálparleys, tá eg spurdi teir til ráðs, sigur hon við einum skálkasmíli.
Men hon kendi seg ongantíð at vera á fremmandum øki sum kvinna í bygdarráðnum. Tí hon heldur ikki, at tað er so serstakliga mansligt, tað, ein arbeiðir við sum borgarstjóri. Meira kvinnuligt, um nakað.
- Vit skulu hava reint vatn. Tað haldi eg ikki er nakað, sum er mest fyri menn. Heldur ikki barnagarðsbygging, útstykkingar, vegir og kloakkir – tað haldi eg eisini vera kvinnuligt.
Í øllum førum var arbeiðsfriður. Ongar konfliktir.
- Eg haldi veruliga, at tað hevur stóran týdning, tá tú fert undir eina verkætlan, at lata øll siga sína hugsan. Øll skulu kenna seg at eiga part í verkætlanini, sigur Rósa Samuelsen.

“Soleiðis er politikkur!“


Tað gekk væl, helt hon sjálv. Og tískil hevði hon mót uppá at stilla upp til løgtingsval. Tá lærdi hon, hvat tað er at hava politiskar mótstøðumenn.
- Eg vil siga, at eg bleiv jørðað, tá eg stillaði upp fyrstu ferð. Sjálvt børnini komu heim og søgdu “Mamma, tú dugir ikki títt arbeiði. Onnur mugu gera tað fyri teg. Tað siga øll!” Og eg visti, at tað passaði ikki. Tá eg so segði tað, fekk eg bara at vita at “Jamen, soleiðis er politikkur!” Tað var forbiðið hart.
Hon lovaði, at hetta gjørdi hon ikki aftur. Men tá ið so næsta kommunuval kom, broyttist myndin.
- Tey, sum koyra slíkar lygnir út, grava sína egnu grøv. Og tað fekk eg so dyggiligt prógv fyri, tá kommunustýrisval var aftur. Tá fekk eg fulla uppbakking. Afturvald so dundrandi. So eg má hava gjørt mítt arbeiði, er niðurstøðan hjá Rósu Samuelsen.
Og eftir tveir triðingar av einum valskeiði, har hon eisini var forkvinna í Kommunufelagnum, hevði hon kortini hug at stilla upp aftur til løgtingsval.
- Tá man følir, at nú fær man ikki gjørt meira á hesum planinum, at nú má man longur upp fyri at útrætta tað, ein vil – tá er tað rætt at stilla upp, heldur hon.

Kvinnan hótti menninar


Hon hevði nú royndirnar og motivatiónina – og gjørdist rættiliga bilsin, tá ið tað vísti seg, at veljarafelagið ikki vildi hava hana sum valevni. Marjus Dam og Eivin Jacobsen skuldu stillast upp, var avgerðin hjá Vága Sambandsfelag.
Hví vildu tey ikki hava teg?
- Ja, tað veit eg ikki fyri vist! Havi eg verið ein ov stór hóttan? Møguligvís!
Var tað kanska tí tey ikki trúðu uppá, at tú fór at fáa nakrar atkvøður?
- Nei, tað haldi eg ikki. Tað haldi eg ikki. Eg trúgvi, at tað var tí, at kvinnan var ein ov stór hóttan móti monnunum.
Vága Sambandsfelag fekk tó ikki seinasta orðið. Floksstjórnin gjørdi av at seta Rósu Samuelsen á listan, og hon kom inn, 25 atkvøður framman fyri Marjus Dam, sum ikki varð fólkavaldur. Hann kom inn, tá Rósa Samuelsen fór í landsstýrið í heyst. Tað stríðið er nú av, sigur landsstýriskvinnan.
- Tað hevur ongantíð verið persónligt millum meg og Marjus. Heldur ikki við nevndina, vil eg siga. Nevndin hevur bakkað meg upp, síðani eg kom inn á ting. Eg føli meg ikki at vera í ongamannalandi, tað geri eg ikki.
Men onkustaðni sæst kortini farvegurin eftir stríðnum. Á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum standa myndir av løgtingslimunum, sum tey ymsu valfeløgini hava fingið inn á ting gjøgnum tíðirnar. Onki valfelag hevur eina mynd av Rósu Samuelsen.

Tað snýr seg um brúkaran


Hon sær út til at kenna seg heima á 5. hædd í blokkunum við Landssjúkrahúsið. Í Almannamálaráðnum. Hetta málsøkið var eisini tað, hon savnaði seg um til seinasta val. Greinar hennara vóru um eldrarøkt, einligar mammur og slíkt. Tað bleyta.
Heldur tú, at annað kynið er betri egnað enn hitt til henda sessin?
- Eg haldi ikki, eg ordiliga vil fornerma Hans Paula ... Men eg haldi tað er líka týdningarmikið, um ikki týdningarmeiri, at hava eina kvinnu júst á hesum postinum. Slett ikki tað, at hann ikki er nóg góður. Men eg haldi, at kvinnan sær øðrvísi upp á tað. Eg eri nokk eitt sindur meira málrættað uppá, at brúkarin skal hava eina tænastu. At tað er brúkaran, hetta snýr seg um.
Rósa Samuelsen er ikki bangin fyri, at hon sum kvinna kann sýnast “ov bleyt”, um hon fæst við slíkt sum pensjónir, heimahjálp og forsorg. Eitt annað av hennara stóru áhugamálum er tilbúgving. Við sløkkiliðsbilum og tunnilsbjálving og øllum. Men tað var við vilja, at hon ikki tosaði um hesi tingini til løgtingsvalið.
- Eg haldi, at tað er tann grundleggjandi mangulin í politikki at vísa á tey bleytu virðini. Øll eru samd um, at samfelagið skal fungera. Um tað ikki fungerar í teimum bleytu virðunum, so fungerar tað ongastaðni. So, um man ikki skal kunna marknaðarføra seg upp á tey bleytu virðini, hvat kann man so?

Borgarstjóri aftur? Kanska!


Um fáar dagar fara vágafólk at velja kommunustýrið í samanløgdu kommununi, Vága kommunu.
- Tað kriblar í mær eftir at sleppa at vera uppií! Eg haldi, eg havi líka nógvan valfepur, sum tá ið eg sjálv var uppstillað, sigur hon.
Um vit aftur fara at síggja Rósu Samuelsen sum kommunupolitikara, ella um hon fer at vera landspolitikari burturav, hevur hon enn ikki gjørt av. Bæði hava hennara áhuga. Hon kundi hugsað sær at verið í stjórnini, sum nú fer at hyggja at, hvussu kommunurnar kunnu taka ábyrgd fyri trivnaðinum hjá teimum eldru. Og hon kundi eisini væl hugsað sær at tikið ímóti hesi ábyrgd í Vága kommunu.
- Eg føli, at tað ikki er liðugt enn, tað, sum eg byrjaði uppá. Tað týdningarmesta fyri trivnaðin í eini bygd er hesi trý tingini: At skúlin er góður, at barnaansingin er so góð, so fólk trygt kunnu fara av bygdini til arbeiðis, og so, at tey gomlu hava eitt innihaldsríkt lív.
Hon vónar, at aðrar kvinnur eisini fara at vera har til at lofta, tá eldraøkið helst einaferð verður lagt út til kommunurnar. Og mælir teimum til at leggja seg eftir at lurta eftir fólki.
- Tú skalt duga at lurta eftir fólki, og so umforma tað, so tað kann sameinast við tað, tú sjálv vilt. Hevur tú eina ætlan, so tak fólkið við. Kalla inn til borgarafund! Lat øll fáa eigaraskap í tí, sum skal gerast. Eg haldi, tað skapar líka nógva ella meira respekt, enn um tú roynir at taka æruna av øllum sjálv. “Lat bara hini fáa æruna, bara eg fái lambið” plagi eg at siga!