Tilfar

8. mars-røða í Fuglafirði 2020

 

Útspark

Gott 8. mars!

Hvørja ferð 8. mars nærkast, spyrja fjølmiðlarnir sama spurning: Er nøkur orsøk at halda 8. mars?

Spurningurin er ikki so løgin, tí at døma eftir tiltøkum, ið skipað verða fyri hendan dagin, so er onki mark fyri, hvør vil ognartaka sær dagin.

Her hava verið mótashows og smyrjiskeið, hugnaligar samverur við kakum og kaffi, her verða øll segl sett til at gera dagin so hugnaligan sum gjørligt, men tiltakið, sum eitt missiónshús í Eysturoynni skipaði fyri í ár í samband við altjóða kvinnudagin, sló tó øll met: Har varð bjóðað til ein brúdleypspyntaðan sal, har vit skuldu gleðast um, at vit eru BRÚÐUR KRISTUSAR.

Stutt sagt, so hava vit kvinnur gjørt alt møguligt fyri at káva út yvir, at hesin dagur er ein stríðsdagur, og í staðin hava vit vent honum á til at vera eina kapping um at gera dagin so hugnaligan og innihaldstóman sum gjørligt.

Ikki allar kvinnur tíbetur.

Fyri feministar er hesin dagurin ein stríðsdagur, ein dagur at minnast stríðið um valrættin, og hvussu týðandi tað er at gera brúk av valrættinum, og ein dagur, har vit seta fokus á viðurskifti í samfelag okkara, sum gera, at kvinnur framvegis ikki hava fingið fulla javnstøðu.

Eg eri sum forkvinna í Demokratia biðin um at gera eitt útspark.

Tá eg hoyri orðið útspark, fari eg sum fótbóltsfjeppari beinanvegn at filosofera um útsparkið, sum málmenn gera, og sum teir venja seg at gera, har teir skulu læra seg at raka rætt, so at mótstøðuliðið ikki fær fatur á bóltinum, tá ið hann verður sparkaður út á vøllin.

Vit hava sitið nóg leingi úti á beinkinum og bíða, nú er tíð at fara upp í leikin og læra seg at sparka, læra seg samanspæl og at fáa mál.

Og skalt tú læra at raka rætt, mást tú vita, hvar skógvurin trýstur. Tú mást kenna viðurskiftini hjá kvinnum, hvørjum treytum tær liva undir, hví tær ikki siga frá og fara upp í dystin og hvat skal til fyri at venda spæligongdini.

Eg kundi tikið fótbóltsmálið enn víðari og sagt, at nú er tíð at fara inn á vøllin og gerast áleypari.  

Og tað er sera átroðkandi júst í ár, tí 10. november skulu vit øll á val at velja kommunustýrislimir í tær 29 kommunurnar í Føroyum.

Tá ið hugsað verður um standin í løgtingi og landstýri, so er standurin betri í kommununum, hóast hann als ikki er nakað at rópa hurrá fyri.

Seinasta kommunuval tryggjaðu kvinnur sær sæti í 26 av teimum 29 kommununum, sum vit hava í Føroyum. Tað, í sjálvum sær, er eitt framstig, men tað er synd at siga, at talið á kvinnum er nóg høgt til, at vit kunnu tosa um rættiliga javnstøðu í kommunuhøpi.

Tilsamans er prosentalið av kvinnum 34 %, tvs. rættiliga nógv betri enn fyri løgtingið, har talið er 24%.

Men fara vit inn at hyggja nærri at, hvussu væl kvinnurnar eru umboðaðar í teimum einstøku økjunum í Føroyum, so sær hampiligt út í øllum økjum uttan í Eysturoynni, har standurin er grátiligur.

Prosenttølini fyri allar hinar stóru oyggjarnar liggur frá 36 % upp í 48,5 %, men í Eysturoynni var talið eftir valið heilt niðri á 18 %.

Eitt, sum fær Eysturoynna at bróta frá hinum stóru økjunum, er, at her eru nógv fleiri kommunur og nógv fleiri kommunustýrislimir, tilsamans 55 afturímóti hinum økjunum, har talið liggur frá 18 til 36 kommunustýrislimir.

Tað kann hugsast, at tað er skjótari at fáa størri javnvág í hinum økjunum, men so mikið meira ágrýtnir mugu eysturingar verða fram til komandi kommunustýrisval, at stilla enn fleiri kvinnur upp, reka væl og atkvøða fyri kvinnum, tí hendan munin millum Eysturoynna og restina av Føroyum kunnu vit ikki liva við.

So mítt fyrsta útspark skal vera til eysturingar, og her hevur Demokratia ein stóran leiklut at fáa vent tølunum upp eftir.

Eitt annað eyðkenni fyri kommunurnar hjá okkum er lága talið av borgarstjórum, í løtuni eru bara 7 kvinnuligir borgarstjórar afturímóti 22 monnum. Og hetta er ikki bara týdningnarmikið, tí tað ljóðar fínt at vera borgarstjóri, men tí at tú sleppur upp í leiðsluna í kommununi og ert tí við til at mynda fíggjarpolitikkin, av tí at tú altíð ert partur av fíggjarnevndini sum borgarstjóri, haraftrat sleppur tú eisini at mynda kommuna úteftir. Tú verður andlitið úteftir, og tú verður fyrimynd fyri onnur, tí at vit síggja, at tað ber til at hava álit á kvinnum.

Tað eru fleiri orsøkir til, at ov fáar kvinnur hava sess í kommunum, løgtingi og landstýri. Altavgerandi orsøkin er eftir mínum tykki, at samfelagið alt er skipað eftir patriarkalskari fyrimynd. Tað sæst aftur í nærum øllum lutum í samfelagnum.

Í 1994 hendu tvær stórar broytingar í Føroyum. Vit fingu eina stýrisskipanarlóg og eina javnstøðulóg.

Herfyri settu tvær av okkara yngstu løgtingskvinnum, Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir, fram eitt uppskot um at broyta heitini løgtings- og landstýrismaður til løgtingsfólk. Sjálvandi fór kjakið beinanvegin inn á hetta bevístleysa orðaskiftið um, at maður er menniskja, tað, sum hendi, mátti henda, málið var beint í eina grein 25 nevnd, tí nú skuldu teir aftur til at yvirbevísa seg sjálvar um, at kvinnur hava onki at gremja seg um, tær hava jú púra miskilt hetta við manninum. Og sjálvandi fer at verða gjørt øll møgulig krumspring fyri at seta fótonglar fyri uppskotið, sum annars er púra greitt og sjálvsagt, eisini sambært málfrøðingum og Málráðnum, tí at tað, sum ongin hevði givið sær far um, var jú, at tað eydnaðist partriarkatinum at binda um heilan fingur í 1994, tí samstundis sum løgtingið samtykkir javnstøðulóg, so samtykkir tað eisini, at kvinnur skulu eita løgtings- og landstyrismenn, tí tað stendur í stýrisskipanarlógini, og hon er ikki so einføld at broyta.

Kvinnur eru langt aftanfyri menn í løn, bæði tí at tær arbeiða hálva tíð, men eisini vegna ein kynsuppbýttan arbeiðsmarknað, har kvinnurnar hava flestu av teimum siðbundunu arbeiðunum innan røkt, ansing og umsorgan. At okkara politikarar ikki eru opnir og vilja síggja, at hetta, at vit koma at mangla hesi arbeiðsfólkini, er ein trupulleiki, kom nokkso greitt fram, tá ið mentamálaráðharrin, Jenis av Rana, upp á spurningin um, hví vit mangla hesa starvsfólkini, helt, at tað kundi loysast við at fleiri fólk sluppu inn á skúlar, sum heilsuskúlar og námsfrøðingaútbúgvingar, men slett ikki tók upp á tungu, at størsta orsøkin er, at hetta eru láglønarstørv.

Tað er eisini lønin, sum er atvoldin til, at kvinnur eru nógv verri fyri í pensjón enn menn, og so kortini, so skulu tær revsast fyri, at tær liva longur og skulu tí drýggja sær pensjónina, ímeðan menninir fáa meira. Tá ið hetta gjørdist greitt fyri kvinnum, ljóðaði eitt ramaskríggj, men sjálvandi dugdi vinnumálaráðharrin, Helgi Abrahamsen, als ikki at síggja, at neyðugt var við broytingum, og sannheit at siga runnu tryggingarfeløgini heldur ikki á leistum fyri at trýsta á og royna at bøta um munin. Tí tað er nú einaferð soleiðis, at í løgtingi, landstýri og kommunum, vinnulívi og í flestu leiðslum í feløgum og ráðum eru menn í yvirtali, og teir eru als ikki opnir fyri at gloppa nakra hurð fyri kvinnum og harvið missa vald og ávirkan sjálvir.

So mítt næsta útspark skal vera, at skulu vit á nakran hátt rokna við, at ein broyting kemur í ovastu rók, so noyðast vit at taka okkum rættin/ ella brúka rættin, vit hava vunnið okkum at sleppa við at ráða fyri borgum.

Endamálið hjá Demokratia at økja um talið á kvinnum í løgtingi og kommunum byggir jú á hendan veruleikan, sum kvinnur liva í, tað snýr seg sjálvandi ikki bara um at rokna prosentrokning.

Ein stór forðing fyri, at kvinnur í alt ov lítlan mun bjóða seg fram til hesar sessirnar, er, at tær hava alt ov nógv at gera. Talið fyri kvinnur, ið hava lønt arbeiði er methøgt í mun til onnur lond, og kortini hava tær í stóran mun einaábyrgd av heimi og børnum, umframt at tær eisini taka 90 % av barnsburarfarloyvunum.

Tað er bara at hyggja at tølunum fyri, hvør situr í kommunustýrum, tað er so ikki tær, ið hava smá børn, tí tað hava tær als ikki tíð til.

So mítt næsta útspark skal vera, at kvinnur krevja javnstøðu heima við hús, eisini í samband við barsil, og um tað krevur, at tú noyðist at lata eitt sindur av valdinum frá tær, so ger tað, tú fært tað tvífalt aftur. Skít á hesi trøllini, sum gera alt tey kunnu at fáa teg niður við nakkanum, tak tær rættin at tosa, viðmerkja, ávirka og skipa fyri.

Tað politiska landslagið er enn ein fremmand og óroynd verð fyri kvinnur. Tað sæst í málbrúki td. formenn, løgmenn, løgtingsmenn, borgarstjórar osfr., tað sæst í fundarvirksemi, sum fer fram langt eftir, at børnini skuldu verið farin í song, tað sæst í teimum ljótu viðmerkingunum, oftast av seksuellum slagi, sum raka kvinnur, sum ditta sær at traðka fram, men eg vil staðiliga heita á okkum allar um at minka um orkuna við konstant at tosa um, hvussu trupult alt er, og hvussu útsettar vit eru, tá vit koma okkum fram. Vit noyðast at venja okkum av við hetta og heldur tosa um alt tað positiva, sum hendir í politikki, hvussu áhugavert tað er, og hvussu stuttligt tað kann vera. Og her eru fyrimyndirnar so ómetaliga týdningarmiklar, bæði tær, sum longu hava sitið, og sum nú sita í løgtingi, landstýri og kommunum.

Demokratia fer nú í gongd við átakið kommunuval 2020, og her er brúk fyri øllum góðum kreftum, og eg kann heilsa og siga frá teimum, sum longu sita í kommunustýrum, at tað er bæði stuttligt og áhugavert og als onki at óttast fyri.

So tað ræður um at síggja veruleikan, sum hann er, bróta upp um armar og fara til verka!

Um allan heimsins kring.

Nú kemur várligt lot,

nú verða konubrot.