Kvinnur í politikki

Kvinnur í politikki

Í Føroyum fingu kvinnur valrætt til kommunuval í 1908 og til løgtingið í 1916. Men tær sluppu á landsfevnandi politiskt val fyri fyrstu ferð í 1906 (fólkaatkvøðan um rúsdrekka).

Tvær kvinnur hava stillað upp til løgtingið, áðrenn fyrstu kvinnur komu á ting: Hansina Hansen (í Fjósi) stillaði upp fyri Sambandsflokkin í 1928 og Andrea Árting stillaði upp fyri Loysingarflokkin í 1940.

Mynd: Kalmar Lindenskov

Andrea Árting

1891-1988

Andre Árting var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelagi frá 1937-1977.

Hon var nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelagi 1940-1958

Hon stillaði upp sum valevni fyri Loysingarflokkin í 1940, men varð ikki vald.

Á fólkaatkvøðuni í 1946 talaði hon fyri loysing frá Danmark. Fólkaatkvøðan førdi til at Føroyar fingu heimastýrislógina í 1948. Misnøgdin við at Føroyar ikki fingu fullveldi frá Danmark førdi til at Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948, og Árting gjørdist ein teimum mest trúføstu stuðlunum.

Andrea Árting vaks upp hjá mostrini Trinu, sum var gift við Eliasi Johansen í Rættará, til hon var 11 ára gomul. Elias í Rættará var bátabyggjari og var aktivur politiskt og mentanarliga. Andrea arbeiddi í fiski tvey summar. Tá ið hon var liðug við skúlan arbeiddi hon á fiskabollavirki, hon stóð í krambúð og lærdi bókhald. Hon fekk tuberklar 17 ára gomul og noyddist at búgva á sanatoriunum í eini tvey ár. Síðan fór hon til Danmarkar, har hon var tænastukona í seks ár í Keypmannahavn. Í 1922 giftist hon við fiskimanninum Johannes Frederik Árting og gjørdist heimagangdi í nøkur ár, meðan børnini vóru smá.

Í 1937 varð Andrea Árting vald til forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelagi, ið varð stovnað árið fyri. Tær flestu av limunum arbeiddu í fiskiídnaðinum, og tær høvdu trupult við at fáa nakra av hesum til at átaka sær starvið sum forkvinna, eftirsum tað var vandi fyri, at koma á svartalista hjá arbeiðsgevarunum. Sum heimagangandi var Andrea meira sjálvstøðug, og hon hevði eisini víst, at hon ikki var bangin fyri at siga sína meining alment. Samráðingarnar um líkaløn til kvinnur og menn vóru tær seinastu í hennara tíð sum forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum. Andrea var heiðurslimur í Havnar Arbeiðskvinnufelagi og fekk løn svarandi til forkvinnulønina restina av lívinum, til hon andaðist í 1988, 96 ára gomul.

Andrea var í 1918 stigtakari til at kvinnur fóru at rógva kapp í skipaðum kappróðri, ið annars var ein ítróttagrein, ið bert mannfólk luttóku í áður. Hon var áhuga í tónleiki, gekk til undirvísing og lærdi at spæla á fleiri ljóðføri. Hon gjørdi eisini løg og yrkti sangir. Yrkingar hennara vísa hennara politisku sjónarmið. Hon yrkti eitt nú kampsangir, ið kravdu betri kor fyri tað arbeiðandi fólki.

Johanna Mortensen

Fyrsta kvinna, ið varð vald í kommunustýri var Johanna Mortensen av Tvøroyri, sum varð vald í Froðbiar Sóknar kommunu í 1918.

Jóhanna Mortensen var fødd í Skopun (Poulsen) í 1865, ahr hon vaks upp.

Hon tók læraraprógv í 1887, og var sostatt ein av fyrstu fýra kvinnum í Føroyum at taka læraraútbúgving.

Hon starvaðist sum lærari í Havn og var virkin í missónsarbeiði eisini.

Hon giftist vi tvørámanni og flutti til Suðuroynna, har hon starvaðist sum heimalærari.

Hon stillaði upp til kommunuval í Froðbiar Sóknarstýri í 1918 og varð vald inn. Hon sat eina setu.

Malla Samuelsen

1909-1997

Í 1964 tók fyrsta kvinnan sæti á løgtingi. Tað var Malla Samuelsen í Sjálvstýrisflokkinum, men sum varaumboð sat hon bara eitt stutt skifti.

Malla var fødd og vaks upp á Kirkju í Fugloynni. Malla misti mammuna, tá hon var 8 ára gomul, og hon vaks síðan upp hjá ommuni og abbanum í móðurætt.

16 ára gomul flutti hon til Havnar, har hon var húshjálp og gekk á háskúlan. Síðan fór hon til Danmarkar at læra til garvara. Í 1935 giftist hon og búsettist í Havn.

Malla var ein av stigtakarunum til Kvinnufelagið í Havn í 1952 og sat í nevndini í fleiri ár.

Í 1956 gjørdi Kvinnufelagið ein kvinnulista til býráðsvalið, og Malla varð vald inn sum umboð fyri Sjálvstýrisflokkin.

Í 1964 tók hon sæti sum varafólk í løgtinginum fyri Sjálvstýrsiflokkin og varð sostatt fyrsta kvinna, sum tók sæti har.

Í 1965 gjørdist hon leiðari á Ellis- og røktarheiminum í Havn og var leiðari har í 13 ár.

Jansy Hansen

Fyrsti kvinna, ið gjørdist borgarstjóri var Jansy Hansen úr Mykinesi, sum sat frá 1977-1984.

Karin Kjølbro

Í 1978 vórðu fyrstu kvinnurnar valdar í løgtingið at sita eitt heilt valskeið. Tær vóru Jona Henriksen í Javnaðarflokkinum (hon var varalimur 1975-78) og Karin Kjølbro í Tjóðveldisflokkinum.

Karin Kjølbro er fødd í 1944 í Klaksvík.

Karin tók studentsprógv í 1963 og fór at lesa til sosialráðgeva í Keypmannhavn. Eftir lokna útbúgving fekk hon starv á Statens Åndsvageforsorg, har hon legði ætlan fyri at flyta 120 føroyingar við menningartarni aftur til Føroya. Lítil áhugi var fyri hesari ætlan frá føroyskari politiskari síðu, og hon fekk saman við øðrum sett á stovn felagið Javna í 1971, sum var fyrsti áhugafelagsskapur fyri fólk við menningartarni í Føroyum.

Hon stillaði upp til Løgtingið í 1970 og gjørdist varatinglimur. Hon møtti á tingi í 1971.

Í 1977 gjørdist Karin leiðari á kriminalforsorgini í Føroyum, sum hon var við til at byggja upp frá grundini.

Hon stillaði aftur upp til Løgtingið í 1978 og varð vald inn á ting fyri Tjóðveldi, saman við henni kom Jona Henriksen í Javnaðarflokkinum inn, og gjørdust tær fyrstu beinleiðis valdu kvinnur á Føroya Løgtingi. Karin sat á tingi til 1990.

Longu í 1979 legði hon fram uppskot á tingi um javstøðulóg, sum tók ikki fekk undirtøku fyrr enn í 1996.

Karin Kjølbro fyriskipaði fyri kvinnutingi saman við kvinnufelagnum. Tað fyrsta var í 1979 og síðan var kvinnuting hildið hvørt ár til 1984.

Jona Henriksen

1924-

Jona Henriksen starvaðist sum skrivstovukvinna í Føroya Banka 1950-1967, eftir tað gjørdist hon skrivari í KFUK 1967-1997.

Hon var býráðslimur í Tórshavna Býráði 1968-1972 og varð vald á ting í 1978 fyri Javnaðarflokkin, har hon sat til 1980. Hon sat tó sum varalimur til 1988.

Jóngerð Purkhús

Fyrsta kvinna í landsstýrinum var Jóngerð Purkhús, sum í 1985 varð tilnevnd landsstýriskvinna í fíggjar- og umhvørvismálum.

Marita Petersen

Í 1993 fingu vit fyrstu og higartil einasta kvinnuliga løgmannin, Tað var Marita Petersen, sum var løgmaður frá januar 1993 til september 1994.

Aftaná valið í 1994 varð Marita Petersen eisini sum fyrsta kvinnan vald sum løgtingsformaður.

Marita Petersen var fødd 21. oktober 1940 í Vági, hon búði í Tórshavn, har hon doyði 26. august 2001.

Marita var læraralærd og var forkvinna í Føroya Lærarafelag 1980-84. Hon starvaðist m.a. á Tórshavnar kommunuskúla 1967-1989. Hon var leiðari í Landsskúlafyrisitingini 1989-94, og á Sernámsfrøðiligu ráðgevingini 1994-98 og síðan sum stjóri á Sernámsdeplinum, til hon doyði.

Marita Petersen var fyrstu ferð vald á ting í 1988. Hon var landstýriskvinna í mentamálum 1990 - 93. Hon er millum annað kend fyri at leggja broytingar í rúsdrekkalógini fram, ið viðførdu, at vit hava ta rúsdrekkaskipan, sum vit kenna í dag.

Marita Petersen gjørdist Føroya løgmaður 18. januar 1993 og sat til september 1994. Hetta var ein trupul tíð í Føroyum, tí vit komu út í stóra fíggjarkreppu, sum hevði við sær arbeiðsloysi og fráflyting úr Føroyum. Hon stóð á odda fyri samráðingunum við danskar politikarar og Den Danske Bank fyri at forða fyri, at Føroyar fóru av knóranum og fyri at bjarga føroyska búskapinum.

Í 1993 gjørdist Marita forkvinna fyri Javnaðarflokkin eftir Atla Dam. Hon hevði ein virknan leiklut í, at Javnstøðulógin varð samtykt í 1994. Hon gjørdist løgtingsforkvinna í 1994.

Marita fór úr politikki í 1998.

Lisbeth L. Petersen

Ein kvinna í Føroyum er vald í Fólkatingið. Tað er Lisbeth L. Petersen.

Lisbeth L. Petersen er fødd 28. februar 1939 í Havn og er fyrrverandi borgarstjóri, løgtingslimur og fólkatingslimur.

Lisbeth hevur starvast sum skrivstovufólk m.a. á fornminnissavninum, á advokatskrivstovu og fyri Sambandsflokkin. Hon hevur verið partaeigari í Dimmalætting til 2010.

Hon hevur verið virkin í kvinnupolitiskum arbeiði, m.a. var hon næstforkvinna í Kvinnufelagasamskipan Føroya í 1982-86.

Hon gjørdist riddari av Dannebrog í 1995.

Hon stillaði upp til býráðsvalið í Havn í 1984 og varð sostatt fyrsta kvinna, sum varð vald fyri Sambandsflokkin í býráðið. Hon gjørdist fyrsti kvinnuligi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í 1992. Hon sat í býráðnum til 2000.

Lisbeth varð vald inn á Føroya Løgting í 1990 og sat til 2008. Hon var floksforkvinna fyri tingbólkin 2001-2004.

Lisbeth var vald inn á Fólkating í 2001 og sat til 2005.